Tað er ein irriterandi trupulleiki, at tað er neyðugt at steingja alskyns almennar hentleikar í Havnini tíðliga á kvøldið, tí tey fáa ikki frið.
Tað ásanna býráðslimir í Havn, og tað teir sipa til, eru almenn wc, farstøð til buss, og kanska annað við. Sum støðan er nú, er tað neyðugt at steingja alt tíðliga á kvøldið, tí tað verður brúkt sum uppihaldsstað og gera ónáðir.
Tráin Petursson Nónklett var í býráðnum í hóskvøldið fyri Turið Horn, sum hevði forfall, og tað var hann, sum reisti spurningin um, hvussu tvørligt tað er, at farstøðin í Steinatúni verður stongd longu klokkan 18 á kvøldið, tí at hon verður brúkt til uppihaldsstað hjá fólki, sum gera ónáðir. Bussarnir koyra nógv longri út á kvøldið, so tað er keðiligt, at fólk ikki sleppa inn í farstøðina.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, gav honum rætt, og hon sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum eigur at verða tikin upp. Hon sigur, at tað er ein bági hjá fólki, eisini hjá fremmandafólki, at bæði farstøð og almenn wc steingja longu tíðliga á kvøldið og halgidagar.
Býráðslimurin, Helena Dam á Neystabø, hevði eitt uppskot um, hvussu trupulleikin kann loysast. Hon veit um, at tey hava havt sama trupulleika á ymsum plássum á høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn. Og har loystu tey trupulleikan við at seta hátalarar upp og at hava klassiskan tónleik rættilig hart frá.
– Tað fekk fólk at halda seg burtur, tí tað tímdu tey ikki at lurta eftir, so tey hildu seg vekk, uttan tey, sum høvdu ørindi har. Og so vóru hentleikarnir aftur til taks til tað, teir eru ætlaðir til. Tað heldur hon er ein fittligari loysn enn at steingja.