Rockbólkur Eager To Please fer at spæla á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin spælir rocktónleik, sum hann plagdi at ljóða og eigur at ljóða, og íblásturin frá bólkum sum Uriah Heep, Deep Purple og Led Zeppelin er ikki til at fara skeivur í. Bólkurin varð stovnaður í 2005, og fimm tónleikarar spæla við. Eager To Please hevur spælt til Prix Føroyar og Global Battle of the Bands, og fyri kortum góvu teir fløgu út – There’s No Pleasin’ Some People.










