Klassiskt í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin verður klassisk konsert í høllini í Norðurlandahúsinum.

Tað eru teir báðir Nikolaos Kapnas á violin og Jóhannes Andreasen á klaver, sum fara at hava konsertina. Teir fara at spæla sonatir eftir Johann Sebastian Bach, Wolfgang Amadeus Mozart og Ludwig van Beethoven. Konsertin byrjar kl. 16.00 sunnudagin.