Klassiskt FA Cup umfar

FA Cup umfarið, ið var um vikuskiftið, hevði alt tað, sum vit vóna og vænta at heimsins mest siðvandu steypakapping. Tey minnu feløgini argaðu tey stóru, og fleiri av teimum sigursvandu feløgunum høvdu trupulleikar, eins og søga varð skrivað í Newcastle, tá Alan Shearer skoraði mál nr. 200 fyri felagið

FA Cup

Ein tann størsti stoltleiki onglendinga er siðbundna steypakappingin FA Cup, sum fyrstu ferð fór av bakkastokki fyri 134 árum síðani. Hetta vikuskiftið var so fyrsta umfarið, har Premier League liðini sleppa uppí part, og FA Cup livdi av sonnum upp til tær væntanir, ið stóra enska steypakappingin ber við sær.
Sum vant høvdu fleiri av Premier League feløgunum trupulleikar av liðum í lægri deildum, og tað er júst hetta, ið ger FA Cup so serstakt.

Shearer skrivaði søgu
Í Newcastle hevði heimaliðið ikki so lætt við at basa Mansfield, og tað var ikki fyrr enn í 80. minutti, at Newcastle fekk sigursmálið. Málskjútti var sum ikki einaferð Alan Shearer.
Hetta var kortini ikki eitt vanligt mál eins og øll onnur. Shearer náddi nevniliga ein marknastein við hesum máli, ið var hansara mál nr. 200 fyri Newcastle. Shearer náddi samstundis gamla metinum hjá Jackie Milburn, ið eisini skeyt 200 mál fyri Newcastle. Sostatt vantar honum bert eitt mál fyri at gerast mest skorandi Newcastle leikari nakrantíð, og tað gongur væntandi ikki alt ov long tíð, áðrenn tað kemur.
Shearer er uppvaksin í Newcastle og plagdi sum smádrongur at standa aftanfyri annað málið á St. James´ Park. Hann fekk kortini sítt gjøgnumbrot í hinum endanum av Onglandi, tá hann sum 18 ára gamal skoraði trý mál ímóti Arsenal í 1988.
Seks ár seinni gjørdist hann dýrasti leikari í Onglandi, tá Kenny Dalglish keypti hann til Blackburn fyri 3,3 milliónir pund. Eftir EM-endaspælið í 1996 gjørdist hann heimsins dýrasti spælari, tá hann skifti aftur til barndómsfelagið Newcastle fyri 15 milliónir pund, og har hevur hann verið síðani.

Tey stóru í trupulleikum
Eitt tað mest merkisverda úrslitið hetta vikuskiftið var sunnudagin, tá Burton Albion megnaði at fáa javnt ímóti Manchester United. Úrslitið gjørdist 0-0, og javnleikurin var fult uppiborin hjá Burton.
Tað var ikki við sterkastu manning, at United møtti upp til dystin. Ferguson valdi at geva nøkrum av teimum tungu dreingjunum eina hvíld og lata periferi-leikarar royna seg ístaðin. Hetta gav kortini ikki úrslit, tí Burton gav United skarpan gang.
Ferguson setti Christiano Ronaldo og Wayne Rooney inn í seinna hálvleiki, men teir megnaðu heldur ikki at lirka stinnu verjuna hjá teimum hálvtíðar professionellu leikarunum upp. Hetta er annað árið á rað, at United ikki megnar at basa einum liði uttanfyri deildirnar í fyrstu syftu.
Venjari hjá Burton Albion er Nigel Clough, ið er sonur tann navnframa Brian Clough, sum førdi Nottingham Forest fram til fleiri meistaraheiti og Evropa Cup sigrar í sjeyti- og áttatiárunum.
Tvey Premier League lið eru longu úti av kappingini eftir at hava tapt ímóti lægri liðum. Hóast Tottenham var frammanfyri við tveimum málum á útivølli ímóti Leicester, megnaði heimaliðið at venda dystinum til ein 3-2 sigur. Hetta er ein dyggur smeitur fyri Spurs, ið annars hevur havt eitt framúr gott kappingarár higartil.
Hitt Premier League liðið, ið ikki sleppur at halda fram í ársins FA Cup, er Fulham, sum á heimavølli mátti lúta fyri Leyton Orient.
Middlesbrough megnaði heldur ikki at basa einum non-league liði, tá teir bert fingu 1-1 á útivølli ímóti Nuneaton, sum javnaði við brotssparki í síðsta minutti.

Liverpool víðari í málríkum dysti
Heili átta mál fullu í dystinum millum Luton og Liverpool leygardagin. Stutt inn í seinna hálvleik legði Luton seg framum 3-1, beint eftir at Liverpool hevði brent eitt brotsspark.
Venjarin Rafael Benitez setti tá Sinama-Pongolle á vøllin, og eftir lítlari løtu varð støðan vend frá 3-1 til 3-4, og Liverpool vann at enda 5-3.
Meistararnir frá í fjør, Arsenal, høvdu á heimavølli vitjan av Cardiff, og tað gjørdist ein 2-1 sigur til heimaliðið. Seinastu fýra árini hevur Arsenal vunnið FA Cup finaluna tríggjar ferðir, og tí munnu teir roknast millum favorittarnar aftur í ár.
Lutakastið til næsta umfar varð avgreitt seinnapartin mánadagin, men tað var eftir evstamark hjá blaðnum.