Klassiska uppgerðin

Tað plagar ikki at ganga spakuliga fyri seg, tá Týskland og Holland takast, og hesaferð skulu tey bæði so eisini stríðast við Kekkia

Bólkur D

Holland fer helst at standa í teirri óvanligu støðu, at teir eru favorittar, tá teir týsdagin leggja til brots í EM-kappingini við dystinum móti Týsklandi.
Dystirnir millum hesi lond hava annars aloftast verið mettir sum sera opnir, og fleiri ferðir hevur talan eisini verið um framúr spennandi fótbóltsdystir, og soleiðis verður helst eisini hesaferð.
Men Týskland tykist í løtuni ikki at hava somu styrkina, sum seinastu fjórðings øldina ella so hevur sett liðið á absolutta heimstoppin. Á liðnum í dag eru tað kanska bara Balleck og Kahn, sum veruliga kunnu rópast fyri stjørnur, og tá skal eisini havast í huga, at Oliver Kahn als ikki hevur sýnt somu styrki í ár, sum hann so mangar aðrar ferðir hevur gjørt, og heldur ikki Ballack hevur havt sítt besta ár, tó at eingin ivast í týdningi hansara fyri landsliðið.
Hjá Hollandi tykist hinvegin ikki skorta upp á stjørnunøvini. Nakað sum føroyska fótbóltslandsliðið eisini mátti sanna, tá Dick Advocaat í vinardystinum í Lausanne skifti mest sum heilt lið av heimsstjørnum um við eitt annað. Einasti veruligi veikleikin á liðnum tykist vera í verjupartinum, har Jaap Stam helst er einasti leikarin við veruliga altjóða klassa, men fæst miðvøllurin at rigga nóg væl, er als ikki víst, at trýstið á verjuna verður so stórt.
Her er tað tó ein dyggur smeitur, at van Bommel varð noyddur at geva avboð við skaða, tí uttan hansara risastóra arbeiði á defensiva miðvøllinum, kunnu eitt nú Davids og Seedorf verða noyddir at átaka sær nógvar verjuskyldur, og hetta kann ganga út yvir offensiva partin av spælinum.

Vandamiklir kekkar
Og hóast hesi bæði liðini á pappírinum kanska eru tey stóru, so er helst eingin teirra, sum roknar við, at Kekkia bara skal skúgvast til viks uttan víðari.
Síðani teir púra óvæntað vunnu silvur í EM-kappingini í 1996 hevur Kekkia verið eitt av liðunum, sum hevur gjørt mest um seg í Europa, og tó at HM-luttøkan kiksaði seinst, so tykist liðið framvegis at hava stóra styrki.
Ikki minst verður nógv væntað av besta leikaranum í Europa í fjør, Pavel Nedved, men hóast liðið telir eina slíka stjørnu, so er talan eisini um eitt framúr sterkt kollektiv, har allir stríðast fyri allar, og har tað tí er so sera trupult hjá mótstøðuni at finna vegin fram til meskarnar. Nakað sum Holland eisini ásannaði í undankappingini, har Kekkia vann tann bólkin.

Sensatiónin
Seinasta liðið í bólki D er Letland, og bara tað at landið er umboðað í endaspælinum, verður roknað sum ein sensatión. Tað var í øllum førum ikki væntandi, at Turkaland mátti lúta í play-off dystunum móti Letlandi, og so er spurningurin, hvørt landið eins og Slovenia áður hevur gjørt tað, megnar at taka øll á bóli.
Tað er tó lítið, sum bendir á, at so skal vera, men vanliga plagar hvørt endaspæl at innihalda sínar sensatiónir, og kanska Letland verður ein av hesum hesaferð.