Skipaeftirlitið var umborð á Teistanum í gjár, og teir hava heitt á Klassan um at kanna nøkur viðurskifti umborð á skipinum, og tað gera teir í dag.
Strandferðslan vónar framvegis, at Teistin kann verða klárur at seta í sigling undan ella um vikuskiftið.
- Tað kundi staðið eitt sindur betri til. Tað eru nakrir lutir, ið vanta, men teir verða væntandi í landinum í dag, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Sum áður sagt frá, hava menn frá Rolls Royce og Siemens gjøgnumgingið skipanirnar umborð á Teistanum, tað eru hesi feløg, ið hava við azimuttin á skipinum at gera. Tað eru skúvurnar, ið samstundis virka sum róður.
Meðan Teistin liggur til umvælingar, røkir Ternan siglingina um Skopunarfjørð, meðan Silja Star røkir nólsoyarleiðina. Men av tí at Silja Star bert kann taka avmarkaðan farm, siglir Sam av Havnini í dag klokkan 11 til Nólsoyar og aftur til Havnar klokkan 11.30.