HB-KÍ
Jákup Mørk
Sunnudagin fær HB vitjan av KÍ. Klassikarin hevur ofta verið meiri áhugaverdur, enn støðutalvan hesa ferð boðar frá, at hann er.
HB og KÍ hava tilsaman vunnið meiri enn helmingin av øllum FM heitunum, og tað er ikki so ofta komið fyri, at hvørki av hesum feløgunum hevur vunnið okkurt slag av heiðursmerkjum.
Soleiðis kann tað væl vera, at tað fer at vera hesa ferð. HB er á fjórða plássi, og KÍ eru á sætta plássi. Klaksvíkingar kunnu enda á 8. plássi, og teir kunnu vinna seg fram á 5. pláss. Avbjóðingarnar eru stórar. Umframt arvafíggindan í høvuðsstaðnum sunnudagin er nýggja meistaraliðið NSÍ í Klaksvík leygardagin um eina viku.
Áhugin fyri KÍ er framvegis ógvuliga stórur í Klaksvík og Norðoyggjum. Ferðalagið suður í Gundadal verður hesa ferð ikki so stórt, sum tað ofta hevur verið. Fótbóltstosið har norðuri snýr seg nú mest um, hvussu tað fer at eydnast at manna KÍ til komandi kappingarár.
Møguleikin hjá HB at vinna bronsumerkini er treytaður av, hvussu tað gongst hjá EB/Streymi. Um B36 vinnur í Streymnesi hesa ferð, so hevur HB við sigri á B36 í síðsta umfarinum møguleika at ogna sær bronsumerkini. Um HB og EB/Streymur enda við sama stigatali, so verður málmunurin avgerandi. Í løtuni er málmunurin hjá HB trý mál betri, enn hann er tað hjá EB/Streymi.
Vánaliga gongdin hjá KÍ í ár sæst aftur í, at felagið eigur fáar landsliðsspælarar. Tað er bara U21 landsliðsspælarin Kristoffur Jacobsen, sum seinastu stóru vikuna hevur verið burturstaddur í altjóða fótbóltsørindum.
HB venjarin Albert Ellefsen hevur ein stóran part av tíðini, sum er brúkt upp á landsliðsfótbólt, verið í Bulgaria. Hann er annar av venjarunum hjá U19 landsliðnum. Rógvi Jacobsen, Rókur av Fløtum Jespersen og Andrew av Fløtum hava verið í Ukreina, og Poul Thomas Dam, Ólavur í Ólavsstovu og Emil Nolsøe Leifsson hava verið upptiknir av U21 landsliðsfótbólti.