Klassikarin livir enn

Hóast tað ikki kann roknast við, at Kyndil fer at geva vestmenningum kapping í hondbóltsoddinum í ar, so er áhugin fyri stóra klassikaranum framvegis stórur millum manna


 

Hondbóltur


Um vikuskiftið eru seks hondbóltsdystir á skránni, og hóast stórar broytingar eru farnar fram seinnu árini, so er lítið at ivast í, at stóri klassikarin á Hálsi verður tann, sum dregur flestar áskoðararnar.


Æran telur

Dysturin, sum hugsað verður um, er sjálvsagt mansdysturin millum Kyndil og VÍF. Tá sagt verður, at hesin dysturin ikki longur er tann, sum hann áður hevur verið, er tað tí fyri fáum árum síðani var hesin aloftast ein av tveimum dystum, sum avgjørdu, hvat FM-gullið skuldi lenda.

Í ár tykist er tað tó soleiðis, at VÍF er risa stórur favorittur at vinna uppgerðina. Vestmenningar eru verandi meistarar, og í nógv størri mun enn Kyndil, so hava vestmenningarnir fíggjarligu orkuna, sum í dag er so alneyðug til at vera við í føroyska hondbóltsoddinum.

Traditiónin í einari slíkari uppgerð er tó somikið stór, at hóast hendan óreingjandi veruleika, so er eingin orsøk til at ímynda sær, at talan verður um nakran lættan dyst hjá vestmenningum. Æran í dystinum telur her nærum eins nógv, sum stigini verða, ið spælt verður um, og tí eru allar orsøkir at rokna við einum undirhaldandi dysti. Bæði liðini hava eisini nakað av trupulleikum við skaðum.

Hjá Kyndli verður vónað, at Janus Einar Sørensen nú er komin fyri seg aftur, eftir stoytin hann fekk í dystinum móti Neistanum. Hjá Vestmenningum noyddist Piddi Negru út seinast, og hann verður so ikki tøkur aftur enn á sinni. Hinvegin kom Áki Olsen tá í hansara stað, og hóast hann enn ikki er í nær námind fullari venjing, so kann yngri Olsen-bróðurin lættliga gera lívið súrt fyri mótstøðuverjurnar.

Annars verður eisini dystur á Skála um vikuskiftið. Strandingar og Kollfirðingar hava bæði fyrstu stigini til góðar, men hesa ferð verður so í øllum førum ein av pørtunum, sum fær nakað við sær.

Nærliggjandi er at rokna við, at tað verða strandingar, sum hava havt góð úrslit seinnu árini, men seinna kappingarhálva í fjør sýndi, at kollfirðingar eisini eiga at takast í álvara, so eisini her røkist fyri einum spennandi dysti.


Favorittar

Hjá kvinnunum verða tríggir dystir leiktir um vikuskiftið, og harafturat varð ein dystur leiktur í Vágunum eftir evstamark okkara fríggjadagin.

Hesin var ímillum Sóljuna og Kyndil, og felags fyri hesi var undan dystinum, at týdningarmikið var at fáa stig, fyri at koma burtur úr botnstríðnum, sum bæði annars eru partur av.

Tey bæði liðini skulu í øllum førum ikki rokna við stigum, tá tey sunnudagin fara at dystast móti ávíkavist Stjørnuni og VÍF, sum bæði mugu roknast millum fremstu FM-kandidatarnar.

Teirra millum er VB eisini at finna, og eftir at tær seinasta vikuskifti taptu fyri VÍF, er einki at ivast í, at tær vilja vaska hetta av sær, tá tær leygardagin vitja botnliðið av Skála.

Dystirnir um vikuskiftið eru annars hesir


1. deild menn

21.10 16:00 Kyndil - VÍF

21.10 16:00 StÍF - KÍF


1. deild kvinnur

19.10 14.30 Sóljan - Kyndil

20.10 14.30 StÍF VB

21.10 14.30 Kyndil - VÍF

21.10 14.30 Stjørnan - Sóljan