Dystirnir millum Fleyr og Mjølnir hava mangan verið avgerandi fyri meistaraheitið, og hjá Mjølni stendur gulldreymurin í øllum førum upp á spæl, tá teir vitja í Havn sunnudagin. Fleyr er dragnað nakað í kappingini, og tí kann hugsast, at teir ikki longur eru heilt so motiveraðir, sum teir hava verið onkran dystin. Mjølnir kann hinvegin koma heilt nær ÍF við einum sigri.