Klassikarin er avgerandi hjá Kyndli

Dystirnir í bestu mansdeildini í kvøld hava stóran týdning fyri stríðið um at røkka FM-finaluni

 

Stóran part av árinum hevur tað verið roknað sum ein sjálvfylgja, at VÍF verður annar parturin av mansfinaluni hondbólti, tá komið er fram móti páskum.

 

Vestmenningar liggja framvegis á kósini, og teir kunnu í kvøld taka enn eitt fet rætta vegin, tá teir vitja hjá Kyndli.

 

Kyndil er nummar tvey, men tað er í harðari kapping við H71, og tí stendur nógv á hjá teimum grønum, nú teir fara undir stóra klassikaran í føroyskum manshondbólti.

 

Samstundis spælir H71 í Kollafirði, og har vita hoyvíkingarnir, at tað bara er sigurin, sum kann brúkast til nakað sum helst.

 

Seinasti dysturin í kvøld er í Klaksvík, har Neistin vitjar hjá Team Klaksvík.

 

Teir tríggir mansdystirnir byrja allir klokkan 20.