Klassikari nú sum el-bilur

Citroen DS setti nýggj mørk fyri komfort og koyrigleði, tá bilurin kom fram í 1955.

 

Nú førir bretska felagið Electrogenic kenda bilin inn í framtíðina. Citroen DS verður nú at fáa sum el-bilur.

 

Serliga var tað í 1955 tann sveimandi fjaðranin, ið stoytdoyvarabúnaðurin syrgdi fyri, ið var sermerktur við DS bilinum. Hetta verður varðveitt og sonenvdu “flúgvandi teppi” koyrieginleikarnir verða varðveittir, sigur Electrogenic. Nú er tað tó ein el-pumpa, ið syrgir fyri hesum.

 

Bilurin verður at fáa við 120 HK og 48,5 kWh battaríi, so bilurin kann koyra eini 225 kilometrar við eini løðing. Tó verður eisini møguleiki fyri størri battaríi, ið hevur við sær eina koyrivídd á 300 kilometrar við eini løðing.

 

Nakrir bilar av hesum slag koyrdu í síni tíð á føroysku vegunum, og í dag koyrur onkur av hesum slag sum ellisakfar í Føroyum.