Tá steypafinalan í fótbólti er av sunnudagin, kunnu fólk spáka fetini niðan í ítróttarhøllini á Hálsi, har hondbóltsdystur er á skránni.
Hetta er ikki háárstíð, tá tað ræður um hondbólt, men vanligt er ein góður hondbóltsdystur á skránni á ólavsøku. Soleiðis er aftur í ár.
Tað verða gomlu kappingarneytarnir, Kyndil og VÍF, sum fara at dystast.
Kyndlaliðið er nakað skert beint nú, og tí verður liðið styrkt við Tróndi Joensen, sum seinastu árini hevur spælt hondbólt í Danmark.
Dysturin byrjar klokkan 18.00 sunnudagin, og tað verða teir báðir altjóða dómararnir ? Hjalmar Petersen og Kristian Johansen ? sum fara at døma dystin.
P/F Alting letur steypið, sum vinnandi felagið fær til ognar.










