Løtan, tá Bárður Mortensen, dómari, hevði floytað av, segði alt.
B68 kappast í hesum døgum um føroyameistaraheitið, meðan B36 er í niðurflytingarvanda. Ein støða, sum var óhoyrd fyri tveimum árum síðan. Nú er alt vent á høvdið. Toftamenn mynda oddin í føroyskum fótbólti. Hvíta og svarta høvuðsstaðarfelagið stríðist fyri at sleppa undan at spæla fótbólt leygardag í 2010.
Royndu at spæla
B36 hevur verið í tungum sjógvi seinastu nógvu vikurnar. Tað hevur als ikki gingið eftir vild, og tað var aftur prógvað um vikuskiftið. Men høvuðsstaðarfelagið eigur rós fyri, at liðið framvegis roynir at spæla fótbólt. Teir vardu ikki borg og dúvaðu at fáa málleysan javnleik, men royndu at spæla við. Tað eydnaðist bara í løtum.
B68 var uppiborið á odda fyri tveimum í hálvleikinum. Toftamenn vóru ikki serliga ágangandi, men gestirnir tóktust skelkaðir av, at teir longu í fyrsta minuttinum vóru aftanfyri.
Tá heimaliðið økti til 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki, valdi B36 at binda um heilan fingur. Mikkjal Thomassen, venjari, flutti sítt lið fleiri metrar aftur á vøllin, soleiðis, at gestirnir avmarkaðu tapið.
Málini
B68 legði seg á odda longu í fyrsta minuttinum. Ahmed Keita slapp leysur av trimum mótstøðumonnum og sendi bóltin dygst framvið stólpanum.
Toftamenn øktu um leiðsluna tríggjar minuttir undan hvíldini. Øssur Hansen legði bóltin fyri føturnar á Poul N. Poulsen, sum royndi seg. Herbert í Lon Jacobsen vardi fyri skotroyndini, áðrenn Pól Jóhannus Justinussen var á bóltinum og smekkaði hann í netið handan Jóan Paula Dahl Jakobsen.
Nenad Stankovic skoraði til 3-0, tá seinni hálvleikur var níggju minuttir gamalur. Serbiski miðvallarin hevði ikki stórvegis trupulleikar at senda í málið, eftir frálíkt gjøgnumbrot frá Ahmed Keita í høgru. Hetta var fyrsta málið hjá Stankovic, síðan hann skifti til B68 frá NSÍ í vetur.
Í niðurflytingarvanda
B36 er í niðurflytingarvanda í hesum døgum. Liðið er trý stig burtur frá niðurflyting í løtuni. Og fjepparar óttast.
Hópurin hevur í hesum kappingarárinum vart seg við at siga, at liðið hevur ungt og óroynt. Útsagnir, sum ikki eru haldbarar longur. Hóast Dennis Holmberg og Christian R. Mouritsen framvegis eru ungir í fótbóltshøpi, eiga teir at vera eyðsýndir í føroysku landskappingini. Klæmint Matras, Jákup á Borg, Herbert í Lon Jacobsen og Odmar Færø hava seinnu árini prógvað sína støðu í føroyskum fótbólti. Somuleiðis við Bergi Midjord og Róaldi Jacobsen. Talan er um eitt lið, sum í øllum førum ikki eigur at vera í niðurflytingarvanda. Greiðu tapini fyri NSÍ og B68 staðfesta, at B36 er í trupulleikum. Og tað verður væntað, at KÍ fer at vinna nógv stig afturat.
Tikið øll á bóli
Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, hevur seinastu tvey árini verið høgt í metum í føroyskum fótbólti. Saman við Heðini Askham hevur hann staðið á odda fyri U21-landsliðnum, sum hevur fingið fleiri frálík úrslit. Og seinastu mánaðirnar hevur hann staðið fyri mest óvæntaða úrslitinum í landskappingini higartil – B68.
Liðið er í løtuni besta boðið á ein avbjóðara um gullmerki, sum HB hevur kós ímóti. Toftamenn hava ikki tapt í seinastu 12 royndunum, og hóast fleiri at hug at bíða eftir, at liðið missir fótafetið í oddastríðnum, er ikki líkt til, at tað hendir. Í gjár var klassamunur, tá B36 vitjaði. Men mikudagin skal B68 av álvara standa royndina, tá Víkingur vitjar.
Rós til Bill M. Jacobsen og toftamenn!
B68 – B36 3-0 (2-0)
Dómari: Bárður Mortensen
1-0: Ahmed Keita, 1.
2-0: Pól Jóhannus Justinussen, 42.
3-0: Nenad Stankovic, 54.
B68: Vlada Filipovic – Poul N. Poulsen (André Olsen, 76.), Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen (Debes Danielsen, 50.) – Óli Olsen (Jóhan Petur Poulsen, 60.), Ndende Adama Gueye, Nenad Stankovic, Dánjal Pauli Højgaard – Ahmed Keita, Jóan Símun Edmundsson
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Odmar Færø, Asbjørn V. Gunnarsson – Magnus Olsen, Dennis Holmberg, Róaldur Jacobsen – Bergur Midjord, Jákup á Borg, Brima Koroma