Klassamunur í Klaksvík

Kollfirðingar lótu ongan iva vera um, hvat var betra liðið, tá teir leygardagin vóru sera avgjørdir ímóti klaksvíkingum, ið einki móttrekk høvdu

Mikukvøldið møtast Team Klaks­vík og KÍF í fjórðingsfinaluni í Coca-Cola Cup-steypakappingini. Tann dysturin verður spældur í Bad­mintonhøllini í Klaksvík, har somu lið eisini møttust leygardagin, so einki var at siga til, at eitt sindur av sálarligum spæli var partur av hesum dysti.
Hvørki av liðunum spældi við síni allarsterkastu uppstilling, og serliga hjá Team Klaksvík sást hetta kanska aftur, tí Levi Nybo vardi bara málið í fyrra hálvleiki, um­framt at hvørki Zarko Pejovic ella Filiph Jojic vóru við. Zarko var smá­skaddur og Filiph hevði karan­tenu.Um klaksvíkingar hava hug at satsa meira upp á steypakappingina, nú teir fyri ein stóran part hava fingið fatur í rætta endanum, skal verða ósagt. Men leygardagin bendi lít­ið á, at teir løgdu alt ov nógv fyri ímóti oddaliðnum í Atlantic Airways-kappingini, sum eisini í øll­um lutum var betri – nógv betri!
Eftir lítlu fyrstu trilvandi løtuna, har liðini fylgdust, setti KÍF ferð á og hugdi ongantíð aftur um seg aftur. Team Klaksvík megnaði ikki at vísa nakað, ið kom óvart á koll­firðingar, og so vóru tað teir, ið settu dagsskránna fyri dystin. Og sjálvt um KÍF heldur ikki legði alla orku í at spæla við sterkastu manning, var liðið ríkiliga sterkt leygardagin.

Heitir í kuldanum
Tá herviliga ódnin var herfyri, gjørdi hon so mikið stóran skaða á Bad­mintonhøllina í Klaksvík, at dystir máttu avlýsast ella flytast í hina ítróttarhøllina, KÍ-høllina. Nú er aftur spælandi í Badmintonhøllini, men sum skilst, var rættiliga kalt inni í høllini.
Um tað var kuldin, ið gjørdi tað, skal ikki sigast við vissu her, men í øllum førum vóru kollfirðingar væl framman fyri klaksvíkingar í skjót­leika, og í nógvum førum var talan um niðurrenning, tí Team Klaksvík langar løtur slett ikki megnaði at fylgja við KÍF.
Serliga var tað í høgru álopssíðu, at væl lá fyri hjá kollfirðingum, tí Andrias Nielsen á høgra bakki og Nicklas Selvig á høgra vongi stóðu fyri 20 av teimum 35 málunum hjá KÍF. At teir høvdu ein góðan dag, sást mestsum beinanvegin, tí longu tá KÍF hevði fingið átta mál, høvdu teir báðir skotið sjey av teimum.

Team Klaksvík: Hanus Norðberg 4, Sámal Olsen 4, Andrias Ellingsgaard 3, Jón Jacobsen 3, Dánjal Kjærbo 3, Beinur Heðinsson 2, Jóhan Højgaard 2, Kristoffur Jakobsen 2, Jákup Pauli Ziskason 1
KÍF: Andrias Nielsen 11, Nicklas Selvig 9, Ási Dam 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Arnbjørn Hansen 2, Uni Joensen 1, Pætur Johannesen 1, Rógvi Veyhe 1, Tony Veyhe 1