Klárt til MíttLand

Alla vikuna hevur verið arbeitt við at gera klárt til føroysku fólkafestina á Amager.

MíttLand verður um vikuskiftið.

 

Summi nevna hetta festival, onnur fólkafest. Hvussu er og ikki, so er talan um føroyskan tónleik, og føroyskar lurtarar, á einum stað - nevniliga á Amager í Danmark. Í tveir dagar.

 

Og nú er klárt til MíttLand 2014. Básar, pallur og ljóðútgerð. Alt er nú til reiðar.

 

MíttLand verður í døgunum 5. og 6. september, og byrjar sostatt í morgin.

 

 

 

Myndina eigur Ljóð&Tøkni og er hon tikin í dag.