Klárt til endaspæl

Betri deildin kvinnur: NSÍ setti punktum fyri grundspælinum við 25-0 sigri

Mynd: Landsliðsmynd

Leygardagin 31. august verður farið undir endaspælið í Betrideildini hjá kvinnum, tá KÍ og NSÍ bresta saman á Djúpumýru í Klaksvík, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í gjár var seinasti dysturin í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni. Við Løkin í Runavík fekk NSÍ vitjan av FC Hoyvík. Tá dómarin floytaði av, hevði NSÍ vunnið 25-0. Tað greitt tekin um, at tað er brúk fyri grundspælið og endaspælið í kappingini hjá kvinnum.

 

Nú er greitt, hvørji lið fara at mynda ovara bólkin, og dystast um FM, og hvørji verða í niðari bólkinum, nú endaspælið fer í gongd. Í ovara bólkinum eru HB, KÍ, NSÍ og Víkingur, meðan liðini í niðara bólkinum eru B36, FC Hoyvík, Skála og TB/FCS/Royn.

 

Og sambært dystaskránni, so verður lagt fyri leygardagin 31. august, tá KÍ og NSÍ hittast á Djúpumýru í Klaksvík. Síðani eru hinir dystirnir í 1. umfari í endaspælinum á skránni sunnudagin 1. september.

 

Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 19. oktober.

 

Mynd: Landsliðsmynd