Í dag eru sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík, undirskrivaðir. Sambýlið, ið er til fólk við tyngri og lættari menningartarni, og har er pláss fyri 18 fólkum, umframt felagsøki og starvsfólkarúm.
Arbeiðið er býtt í fýra arbeiðstøkur. Fyrsta arbeiðstøkan, sum er jørð- og planeringsarbeiðið, er liðugt.
Sáttmálarnir fyri tær tríggjar stórarbeiðstøkurnar, sum vórðu undirskrivaðar í dag, eru við Á.T.S. v/Karstin Vang, sum skal gera jørðarbeiðið liðugt, umframt kloakk, lendi, betong, timbur, múraraarbeiðið, málaraarbeiðið og gólvarbeiði. RenoVent skal standa fyri arbeiðstøku ventilatiónsaarbeiðnum og tí sum hartil hoyrir, og Install skal standa fyri elarbeiðnum.
Arbeiðið byrjar beinanvegin og eftir ætlan verður heimið liðugt um hálvtannað ár, ella síðst í næsta ári. Bygningurin er 1.222 fermetrar til støddar, har fyrsta hædd er 865 fermetrar og onnur hædd er 357 fermetrar. Tilsamans fer tað at kosta umleið 41,7 milliónir.
Men hetta er ikki einasta verkætlan, sum er í umbúna. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sigur í svarið til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, heimið til børn og ung við autismu í Kvíggjartúni á Argjum er ígongd og verður klárt at flyta inn í við ársenda næsta ár.
Triðja byggiverkætlanin, sum er eitt røktarheim til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum skal byggjast í Reynstúni á Argjum, verður klárt at bjóða út beint eftir ársskiftið og tað verður klárt at flyta inn í við ársenda í 2023.
Hetta eru alt verkætlanir, sum undanfarna samgonga setti sjøtul á, men ikki fullførdi, men tað ætlar núverandi landsstýriskvinna sær at gera, sigur hon.