Tá føroysku U17-kvinnurnar í fótbólti næsta ár spæla EM-undankapping, fáa tær ein góðan fyrimun, tí teirra bólkur, sum eisini telur Norra, Italia og Grikkaland, verður spældur í Føroyum í døgunum frá 25. til 30. september 2014.
– Longu áðrenn lutakast í fyrradagin vóru vit í gongd við fyrireikingarnar og høvdu tryggjað okkum, at vit kundu fáa innivist til spælararnar hjá øllum londunum, umframt dómarar og onnur, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum.
At fyrireikingin er gjørd, áðrenn lutakastið verður, ger tað nógv lættari hjá FSF at bjóða Føroyar fram sum vert fyri teimum bólkum, har Føroyar eru við, men umráðandi er at vita áðrenn, um møguleiki er fyri gisting og innivist, og so at bjóða nakrar dagar fram, sum kunnu brúkast.
Møguligt venjaraskifti
– Okkara mál er at royna at fáa eina undankapping til Føroya um árið, men tað fáa vit sjálvandi ikki altíð, og vit hava eisini ligið framvið fleiri ferðir fyrr, har tað ikki er eydnast, sigur Virgar.
– Vit kundu fingið U17 í fjør, men av tí at tað var avmarkað, hvussu nógv hotellkømur, vit kundu fáa, bleiv tað ikki til nakað. Hesa ferð vistu vit, at vit kundu fáa pláss á Hotel Föroyum hasar dagarnar, og tí kundu vit bjóða okkum fram og fáa handa bólkin hendavegin.
Jón Pauli Olsen og Bára Skaale Klakstein hava verið venjarar hjá U17-kvinnunum, men Jón Pauli er nú eisini blivin A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, so tí er ikki vist, at hann kann halda fram.
– At hann eisini hevur A-landsliðið at hugsa um, kann geva størri arbeiðsbyrðu, umframt at dystirnir hjá U17 kunnu koma at liggja í so tætt dystum hjá A-landsliðnum, sigur FSF-aðalskrivarin.