Klarinettjól í Miðlahúsinum

Klarinettnæmingar frá Føroya Musikkskúla spæla jólini inn í smáum og stórum bólkum. Á skránni eru sjálvandi teir kendu og nógv elskaðu jólasangirnir, men nógv ymiskt verður eisini spælt. Musikkskúlanæmingar, sum spæla onnur ljóðføri, spæla eisini við.
Foreldur fara at hugna um áhoyrarnar við heitum at drekka og onkrum góðum afturvið.
Føroya Klarinettorkestur, sum fyrireikar eina Álandstúr í juli 2007, er fyriskipari.
Orkestrið ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.