Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen hevur framvegis ikki knekkað koduna, tá tað kemur til at vinna fulla úrtøku ímóti topp-7 liðunum í effodeildini. NSÍ hevur vunnið 27 av 27 stigum í teimum 9 dystunum ímóti AB, B68 og Skála. Í hinum 13 dystunum hevur NSÍ bara vunnið fýra stig.
Aftaná 0-2 tapið í kvøld ímóti Víkingi staðfesti Trygvi, at Víkingur var tað betra liðið, serliga í seinna hálvleiki. Men hann slær fast, at NSÍ hevur enn møguleikan at røkka tí gylta fjórða plássinum í teimum seinastu fimm dystunum. Komandi dyst ímóti B36 má Trygvi tó verða Árna Frederiksberg fyri uttan.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Trygvi Mortensen segði við Trónd Arge aftaná dystin.