Klára at hála tveir mánaðir inn aftur

Størsta byggjarí í Føroya søgu verður liðugt til tíðina sigur Bjørn Kalsø

 


Sum tað sær út nú, verður størsta byggiverkætlan í Føroya søgu, liðug til tíðina

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, staðfestir, at nýggjastu tíðarmetingarnar siga, at Marknagilsdepilin verður liðugur á sumri næsta ár, soleiðis sum ætlað.

Hann fer heldur ikki at kosta meiri enn játtanin á fíggjarlógini er.

Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, um tað fer at fáa avleiðingr fyri byggingina, at ein roknifeilur varð staðfestur fyri tveimum mánaðaum.

Tað førdi við sær, at tveir veggir máttu gerast av nýggjum.

 

Bjørn Kalsø sigur, at tað var fyrst í desember, at eftirlitið hjá Landsverki kom eftir, at feilir vóru í útrokningunum hjá verkfrøðingunum Lemming & Eriksson, ið er undirráðgevari hjá BIG, ið hava teknað Skúladepilin í Marknagili.

Hetta hevur havt við sær at arbeiðið at stoypa betongveggir í trappurúmum hevur ligið stilt í desember og til mitt í januar.

Ráðgevarin hevur nú gjørt nýggjar útrokningar, og hevur rættað útrokningarnar, so at arbeiðið nú er byrjað aftur.

- Landsverk og ráðgevararnir hava mett um, hvussu seinkingarnar á einar tveir mánaðir kunnu vinnast inn aftur, sigur Bjørn Kalsø.

- Landsverk metir, at tað ber til at vinna mistu tíðina inn aftur, við at skipa arbeiðið øðrvísi, leggur hann afturat.

Landsverk er tí farið undir samráðingar við arbeiðstakararnar um at framskunda arbeiðið.

 

Bjørn Kalsø sigur, at Landsverk heldur, at tað ber til at framskunda arbeiðið, soleiðis at skúlin verður liðugur at taka í nýtslu til skúlabyrjan í 2016.  

Samstundis er Landsverk farin undir at leggja arbeiðið til rættis og at gera avtalur við arbeiðstakarar um hetta.

Bjørn Kalsø sigur, at sum tað sær út nú, fer roknifeilurin heldur ikki at ávirka kostnaðin og at skúlin fer ikki at kosta meiri enn tað, sum er sett av á fíggjarlógini.