Klappaður men still going strong

Kristian Blak hevur brúkt størsta partin av 2006 til at ferðast kring Evropa við Yggdrasil. Herðaklappið í januar hevur ikki tikið ferðina av hesum virkna tónleikaikoni.

Kristian Blak fekk ársins herðaklapp á Planet Awards í januar fyri sítt lívslanga virkið føroyskum tónleiki at frama. Tað var ein rørdur Kristian, ið tók ímóti herðaklappinum frá blaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller. Kristian var serliga glaður fyri planetina, tí sonur hansara Sámal Blak er listamaðurin handan serligu planetirnar, ið vórðu handaðar og sum onnur listafólk kunnu gleða seg til á komandi Planet Awards.
Hóast herðaklappið var fyri virkið higartil, so hevur Kristian Blak ikki ligið á løtu síðuni í ár. Sum stjóri í útgávufelagnum hevur Kristian Blak verið virkin, við ikki færri enn 24 útgávum og fleiri endurútgávum. Hann hevur eisini fingið í lag samstarvsavtalu við Frost Records í Íslandi. Hetta hevur latið upp ein heilt nýggjan marknað fyri føroyskar útgávur.
Sjálvur hevur Kristian tó higartil bert luttikið á eini útgávu í ár. Tað var Risastovu hjá Yggdrasil við Kára Sverrissyni, ið kom út fyrst í árinum. Á tónleikapallinum hevur Yggdrasil verið ein sera virkin bólkur hetta árið. Hesin norðurlendski úrvalsbólkur hevur 25 ára hátíðarhald í ár. Hetta varð markera við Risastovu og nógvum konsertum innan- og uttanlands. Bólkurin spældi m.a. á Planet Awards í januar. Tilsamans var talan um 15 konsertir í Føroyum í tíðarskeiðinum 15. januar til 26. juni. Síðan var farið á konsertferðir til Estlands, Íslands aftur til Estlands, til Sveis, Týsklands, Danmarkar, Grønlands, Svøríkið og Álands. Konsertirnar vóru við skiftandi manningum, og Kristian Blak var einasti savnandi liðurin, eins og hann hevur verið seinastu 25 árini. Á konsertunum í Grønlandi spældi Yggdrasil við Rasmus Lyberth sum solisti, hetta var fyrstu ferð, at hesi bæði legendarisku norðurlendsku tónleikanøvnini samstarvaðu. Úrslitið gjørdis somikið nøktandi, at Yggdrasil og Lyberth fara á pall aftur saman í januar. Fyrst á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn 13. januar og síðan í Norðurlandahúsinum 14. januar. Kristian hevur eisini spælt í Íslandi við Spælimonnunum.
2006 endar, sum tað byrjaði við eini Yggdrasil útgávu. Fløgan verður ein tvífløga við konsertupptøkum úr árunum 1982 til 2006. Dentur er lagdur á upptøkur av nógvu konsertunum í ár. Við upptøkum úr Føroyum og Eysturríki. Fløgan verður væntandi givin út Nýggjársaftan.