Ágangur
Í bóklinginum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag júst hevur givið út, snýr ein minni partur seg um "kynsligan ágang" á arbeiðsplássunum.
- Lóggávan móti kynsligum ágangi og rættarmál um tílíkan ágang eru vorðin alt meira vanlig uttanlands. Fá mál hava verið í Føroyum, men hetta nýtist ikki at merkja, at fólk ongantíð eru fyri kynsligum ágangi.
Í bóklinginum verður sagt, at kynsligur ágangur er eitt arbeiðsrættarligt hugtak, sum ikki kann lýsast við einum týdningi.
- Men kynsligur ágangur kann lýsast sum kynslig nærkan uttan samtykki. Talan kann vera um óynskta atferð við kynsligum eyðkenni, kropsliga ella munnliga, sum særir virðingina hjá kvinnum og monnum á arbeiðsplássinum.
Kropsligur
og sálarligur
Lagt verður aftrat, at kynsligur ágangur bæði kann vera kropsligur og sálarligur.
- Dømir um kropsligan ágang kunnu vera klapp, klemm ella beinleiðis kropsligur ágangur. Dømir um sálarligan ágang kunnu vera ábendingar við kynsligum undirtónum, eitt nú fúlar søgur - og myndatilfar kann eisini vera kynsligur ágangur.
FAG heldur, at gott er at hava tilbúgving á arbeiðsplássinum, soleiðis at greitt er frammanundan, hvat gjørt verður - og hvør skal uppí leikin, um trupulleikin tekur seg upp. - Í øllum førum má arbeiðsgevarin syrgja fyri, at ágangurin heldur uppat - og í ringasta føri skulu mál um kynsligan ágang viðgerast samsvarandi revsilógini, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.