Klakvsíkingar økja um munin

Enn ein 4-0 sigur til oddaliðið, sum merkir at teir helst endurvinna FM-heitið frá 1999

Talv

Havnarmenn hava helst ein seinasta møguleika at endurvinna FM-heitið frá í fjør í næsta leikumfari, tá mótstøðuliðið verður oddaliðið úr Klaksvík. Tá er kravið stórsigur, men klaksvíkingar eru mitt í einum góðum stima og tí tykist uppgávan hjá havnarmonnum ógjørlig. Ikki eiga vit at gloyma vestmenningar sum hálvtfjórða stig aftanfyri oddaliðið og hálvt aftanfyri havnarmenn. Teir kunnu longu í komandi dysti gera seg galdandi tá teir hitta botnliðið HT 2, meðan havnarmenn og klaksvíkingar hittast.
Aftur hesaferð kundu klaksvíkingar ? uttan Ólavur Simonsen á liðnum vegna uttanlandaferð ? savnað sær fýra kærkomin stig. Teir úr HT 2 høvdu Luitjen Apol á fyrsta borði. Luitjen hevur ikki telvað nógv seinastu árini, men vónandi hevur hann fingið brell sjálvt um hann mátti lúta fyri ratingfavorittunum Rana Nolsøe.
Á øllum fýra borðunum vóru klaksvíkingar stórfavorittar og hetta megnaði teir eisini at útnytta. Nevnast skal at Jógvan Næs tapti sítt fyrsta talv í ár, men hóast tað hevur hann fingið einastandandi úrslit higartil. Útisetin Finnbjørn Vang varð banamaður Jógvans. Klaksvíkingar hava sostatt bert vunnu í 2002. Tveir 4-0 sigrar, ímóti hvalvíkingum og nú móti B-liðnum úr Havnini.

Havnarmenn enn við
Í Havnini vann heimaliðið ein tryggan 3-1 sigur á kollfirðingum. Unglingauppgerðin á fyrsta borði millum Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen endaði við javnleiki. Bernard Thomsen var við fyri fyrstu ferð í liðkappingini har hann tapti ímóti Olaf Berg.
Ein 3-1 sigur í komandi dysti ímóti klaksvíkingum hevði verið sera kærkomið hjá høvuðsstaðarfelagnum, men havast skal í huga, at Ólavur Simonsen tá verður við aftur, umframt at frænir eru um enn ein styrk til klaksvíkingar til hendan týðandi toppdyst, men enn kann einki sigast við vissu.
Dysturin millum vestmenningar og hvalvíkingar endaði við 3-1 sigri til vestmenningar. Martin Brekká bjargaði hvalvíkingum frá lemjandi 0-4 tapi, tá hann senstationelt vann á IM John Rødgaard, sum ikki hevur havt serligan viðvind seinastu umførini.

Støðan eftir 7. umfar

1KTF, Klaksvík20.5
2HT, Tórshavn17.5
3VT, Vestmanna17,0
4KT, Kollafjørður11.5
5TFS, Hvalvík10,0
6HT 2, Tórshavn7.5

Ein trygg leiðsla til klaksvíkingar sum teir neyvan lata frá sær. Teir havt víst støðuga telving sum hevur givið úrslit, samstundis sum teir eru sterkasta lið á pappírinum.

Toftir ella Sandavágur
Í 2. deild er stríðið um uppflyting millum toftamenn og sandavágsmenn. Tó skulu runavíkingar ikki avskrivast tá teir bert eru hálvttriðja stig aftanfyri oddaliðið av Toftum. Sandavágsmenn høvdu eitt ringt úrslit sunnudagin tá teir taptu óvæntað 1,5-2,5 ímóti vestmenningum, og eru nú eitt stig aftanfyri toftamenn, sum vunnu sín dyst við somu skoru ímóti gøtumonnum.
Runavíkingar vunnu stórsigur á klaksvíkingum, sum viðførdi at teir nú eisini kunnu gera seg galdandi í toppinum. Hinvegin muga klaksvíkingar saman við vestmenningum og gøtumonnum stríðast undan niðurflyting.
Í 3. deild er helst eingin ivi um hvar fyrsta plássið ferð. HT 3, við eitt nú Súni Ziska á liðnum, eru hálvtfimta stig fremstir. HT 4 og ST berjast um annað plássið.

Ungdómskapping á Oyrarbakka
Fyrsta kappingin í røðini av barna- og ungdómskappingum verður á Oyrarbakka 2. februar í Eydnuni. Talan er um liðkapping, við fýra telvarum á hvørjum liði.
Tilmeldingarfreistin er týskvøldið 29/1 og fer fram við at ringja til Berg Johannesen á tlf. 210056 ella við at senda honum ein teldupost: berglis@post.olivant.fo. Kappingin er ókeypis og á staðnum fæst okkurt til matna og drekkilsi, somuleiðis ókeypis. Kappingin er fyri øll, har eisini skúlar kunnu tekna lið til.
Næsta kapping - eftir kappingina á Oyrarbakka - verður í Havnini 3. mars.

Ponomariov heimsmeistari
Nýggi FIDE heimsmeistari eitur Ruslan Ponomariov úr Ukraina, sum einans er 18 ára gamalur. Hann vann finaluna 4,5 ? 2,5 ímóti landsmanninum Vassily Ivanchuk. FIDE heimsmeistaraskapurin verður ikki høgt virdur av Garry Kasparov og Vladimir Kramnik. Serliga hevur Kasparov víst stóra ónøgd móti eitt nú nýggju tíðar-politikkinum hjá Fide, har nógv er skorið av henni, sum sjálvsagt viðførir verri talvligan kvalitet. Kasparov luttekur tískil ikki í FIDE tiltøkum.
Í roynd og veru telvaði Ivanchuk betri í byrjanarspælinum og miðspælinum, men ringa tíðin man hevði til talvið framleiddi stórar feilir, sum Ponomariov gjørdi sær dælt av.
Stuttligt er, at vit í oktober 2000 høvdu ein komandi heimsmeistari millum okkum í 3rd Tórshavn International í Norðurlandahúsinum. Í hesari kapping endaði Ponomariov og Grischuk javnir á fyrsta plássi. Hesin seinast nevndi hevur so sanniliga eisini gjørt seg galdandi millum heimselituna.

Javnt í Wijk aan Zee
Tað vóru serliga fimm av teimum fjúrtan stórmeistarunum í sterku kappingini í Wijk aan Zee sum skaraðu framúr. Hesir fylgdust gjøgnum alla kappingina, og undan síðsta umfarinum høvdu allir møguleikan at koma hægst til tindars. Evgenij Bareev varð loksins vinnari, bert hálvt stig fremri enn Alexander Grischuk sum somuleiðis hevði eina framúr góða kapping. Michael Adams var tann einasti sum fór snikkaleysur gjøgnum kappingina uttan nakað tap, men hinvegin vann hann bert trý talv. Fremsti hollendski telvari, tá rating viðvíkur, Loek van Wely, hevði eina katastrofu-kapping við bert seks javnleikum og sjey tapum.

Endaliga støðan:
1Bareev (Russland) 9,0 av 13
2Grischuk (Russland) 8,5
3Adams (England) 8,0
4Morozevich (Russland) 8
5Khalifman (Russland) 7,5
6Leko (Ungarn) 7,0
7Dreev (Russland) 6,0
8Gelfand (Ísrael) 6,0
9Lautier (Frankaríki) 6,0
10Piket (Holland) 6,0
11Timman (Holland) 6,0
12Gurevich (Belgia) 5,5
13Kasimdzhanov (Uzbekistan) 4,5
14van Wely (Holland) 3,0