Klaksvíkskappingin byrjar í kvøld

KÍ, 07 Vestur, Víkingur og B36 taka lut í kappingini hesaferð

Árliga kappingin sum nevnist "Klaksvíkskappingin" byrjar í kvøld.

 

Fyrri dysturin millum KÍ og 07 Vestur byrjar klokkan 17.30 á vøllinum við Djúpumýru. Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Víking og B36.

 

Leygardagin verður dysturin um triðja plássið klokkan 13, og sjálv finalan byrjar klokkan 15.15.

 

HB skuldi upprunaliga vera við í kappingini, men teir góvu avboð. Í teirra stað luttekur 07 Vestur.

 

Í fjør var tað Víkingur sum vann klaksvíkskappingina. 

 

KÍ og Víkingur spæla annars stórsteypadyst, sunnudagin 26. februar. 

 

Landskappingin í Betrideildini byrjar leygardagin 4. mars.