Tey nógvu seinnu árini hevur Klaksvíkingur verið ein stórur maktfaktorur í føroyskum kappróðri. Í fjør gekst ikki heilt eftir vild, tí illa bar til at manna bátin allar stevnurnar, men í ár verður hvíta og reyða 10-mannafarið aftur millum bátarnar, sum ætla sær FM-heitið.
Til hetta verður nýtt 10-mannafar smíðað, og hetta verður ætlandi partur av norðoyastevnuróðrinum.
- Sámal Hansn smíðar bátin, og sum tað sær út nú, so verður alt klár á norðoyastevnu, sigur Ísak Mikladal, sum er skrivari hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag.
Ísak sigur, at manningin telur 16 mans. Fleiri eru ofta burturstaddir í ymsum ørindum, men við at hava ein somikið breiðan hóp av velja ímillum, skuldi borið til at mannað bátin allar róðrarnar.
Eisini er greitt, at Fípan Fagra verður við í genturóðrinum, og á talan verður somuleiðis um fleiri manningar á dreingjasíðuni. Enn er tó ikki endaliga greitt, hvussu hesar manningar verða býttar millum Teklu, Fípuna Føgru, Páll Fanga og Nevið Reyða.