Næsta mugu klaksvíkingar helst lata sær lynda at rinda eitt sindur meiri í skatti enn teir gera í ár.
Klaksvíkar Býráð samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri næsta ár og har varð samtykt at hækka skattaprosentið 0,5 prosent, soleiðis at kommunuskatturin í Klaksvík verður 22 prosent næsta ár.
Tað gevur kommununi 3,6 milliónir eyka í inntøkum.
Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 4.500 krónur um árið.
Fíggjarætlanin skal nú viðgerast nágreiniligari í býráðnum og tí kunnu broytingar verða gjørdar, áðrenn hon verður endaliga samtykt einaferð fyri 1. desember.
Og býráðslimir nevndu møguleikan, at vísa tær nýggjastu metingarnar, at inntøkurnar verða størri enn enn mett, ber kansk til at hækka skattin.
Inntøkurnar av tí hækkaða skattinum skulu markast til at byggja skúlan út fyri.
Tað arbeiðið verður liðugt í 2018 og býráðslimir førdu fram, at tá kann skattaprosentið lækkast aftur.
Næsta ár verður mett at skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu verða 167 milliónir krónur.
Í fíggjarætlanini fyri í ár vórðu inntøkurnar mettar at verða 163,5 milliónir krónir og sum inntøkurnar hava verið higartil, fer metingin at halda, sigur býráðið.
Næsta ár verður mett, at skattainntøkurnar fara at verða 4,5 milliónir hægri enn í ár Hækkingin í skattaprosentinum upp á 0,5 prosent, gevur eina meirinntøka á 3,6 milliónir krónir og sostatt verður mett, at vanligi vøksturin verður 900.000 krónur.
Tann 1. oktober hækkaðu flestu lønir 1,9% og tað eigur eisini at síggjast aftur í skattainntøkunum, sigur býráðið
Felagsskatturin er mettur til at verða tað sama sum í ár, ella 6,5 milliónir krónur.
Rakstur
Tilsamans fer tað at kosta 110 milliónir at reka Klaksvíkar Kommunu næsta ár og tað er 3,2 milliónir, ella trý prosent meiri enn í ár.
Tvær orsøkir til vøksturin, eru, at lønirnar hækka og at Klaksvíkingar hava fingið bussleið.
Annars skulu 36,5 milliónir brúkast til íløgur, men akkurát hvørjar íløgur skulu gerast, skal viðgerast hesar næstu dagarnar.
Við ársbyrjan í ár var skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu 155,1 millión krónur. Skuld er goldin í ár og aftur næsta ár skulu átta milliónir rindast í avdráttum.
Sostatt kemur skuldin niður á 139,5 millónir næsta ár, tað er væl undir einari álíkning.
Minnilutin í býráðnum tekur ikki undir við, at sktturin hækkar, men ber tað til at lesa um her á in.fo um eina løtu.