Klaksvíkingar rinda 36 milliónir í tilfeingisgjaldi

Tí má kommunuskatturin í Klaksvík vera 0,5 prosent hægri enn hann annars hevði verið, sigur borgarstjórin


Hevði einki tilfeingisgjald verið, hevði Klaksvikar kommuna kunnað lækkað 0,5 prosent.

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

Tað eru ymsar meiningar um tilfeingisgjaldið, skipini í uppsjóvarvinnuni skulu rinda til tað almenna.

Tað er heldur eingin loyna, at nógvastaðni í Klaksvík taka tey ikki undir við gjaldinum, og nú hevur Klaksvíkar kommuna sett tøl á, hvussu tilfeingisgjaldið ávirkar lokalsamfelagið har norðuri.

 

Her er bara hugsað um sjálvt tilfeingisgjaldi og ikki um, hvussu nógv annars liggur í kommunukassanum og hjá manningini.

 

Ein kanning, umsitingin hjá býráðnum hevur gjørt, vísir, at tilsamans rindaðu skipini í Klaksvík góðar 36 milliónir í tilfeingisgjaldi í fjør.

Skipini rinda tilfeingisgjald av óbýttum og tað merkir, at parturin hjá manningini var einar 6,5 millión, sigur borgarstjórin.

 

- Sostatt var hýran hjá manningini 6,5 milliónir lægri í fjør, enn hon hevði verið, var einki tilfeingisgjald.

 

Jógvan Skorheim sigur, at hetta merkir, at kommunan missir slakar 1,4 millión í skattainntøku frá manningini.

Men harafturat missir kommunan slaka 1,6 millión í partafelagsskatti frá feløgunum sum eiga uppsjóvarskipini.


Les eisini: Klaksvíkingar rinda 3,5 milliónir meiri í skatti

 

Tilsamans missir kommunan sostatt tríggjar milliónir í skatti av tí at skipini rinda tilfeingisskatt til landskassan.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at hetta svarar til næstan eitt hálvt skattaprosent.