Klaksvíkingar kongar í kappróðri

10-mannafør: So stórt drama sum ongantíð var tað, tá ið Klaksvíkingur við at vinna á Drekanum Reyða tryggjaði sær FM

Talan var um so stórt drama, sum tað neyvan nakrantíð áður hevur verið, tá ið 10-mannaførini settu punktum fyri róðrarárið 2015 í síðsta róðrinum á ólavsøku.

Drekin Reyði og Klaksvíkingur lógu borð um borð og stavn um stavn nógv tann størsta partin av 901,3 metra teininum frá Argjalandinum og framvið Molanum.

Havnarbáturin var væl við fyrsta partin av teininum, men tá ið tað mest galt, so vóru tað bara Drekin Reyði, sum undan ólavsøku var eitt stig fremstur, og Klaksvíkingur, sum vóru førir fyri at stríðast um sigurin.

Stavn um stavn fram við Molanum og fram ímóti málinum. Kanska munaðu tøkini fram ímóti málinum meiri hjá Klaksvíkingi, sum fór um málið reingina undan Drekanum Reyða.

At Klaksvíkingur vann í dag ber við sær, at báðir bátarnir endaðu við sama stigatali. Ásetingarnar siga, at tá ið tað stendur á jøvnum, so er tann meistari, sum er bestur á ólavsøku, og harvið er Klaksvíkingur meistari. Hetta er sætta ferðin, at Klaksvíkingur er meistari – 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015.

 

10 mannafør

1

Klaksvíkingur

04:13.06

 

 

2

Drekin Reyði

04:13.11

 

 

3

Ormurin Langi (RK)

04:20.16

 

 

4

Havnarbáturin

04:20.16

 

 

5

Nólsoyingurin

04:24.22