Kommunan fert tí at spyrja borgarar, um teir vilja hava hjálp til at fáa skøruna burtur inni á egnum stykki.
Kommunan ger vart við, at skøran er av somu ætt sum rósur, og tí ber ikki til at veita trygd fyri, at rósurnar ikki fáa skaða, har sproytað verður. Tí sigur kommunan eisini frá, at hon er ikki endursgjaldsskyldug, um annar vøkstur doyr í urtagarðinum.
Borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu koma inn á Miðlan áðrenn 1. mai og skriva undir uppá, at kommunan kann koma at gera arbeiðið. Fólk skulu upplýsa navn, veganavn, húsanummar og matrikulnummar, skrivar kommunan á sínari heimasíðu