- Tá klaksvíkingar fara út at eta, velja tey sum oftast at eta góðan mat - ja, mat, sum er á hægri støði og er betri og meira spennandi enn tað, sum vanligt er at eta í høvuðsstaðnum.
Tað sigur Hans Jacob Garðalíð, sum byrjaði at kokkast í Havn í 1992 og sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum innan matstovuyrkið.
Síðan 23. mars í ár - sólarmyrkingardagin - hevur hann leigað matstovuna Hereford á Klaksvíksvegi 45.
- Henda dagin læt eg upp, og síðan tá hevur alt gingið við rúkandi ferð. Her hevur verið nógv at gera, og eg eri serstakliga glaður fyri klaksvíkingar sum viðskiftafólk.
Hann sigur, at klaksvíkingar hava eina góða matmentan, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at matmentanin í Klaksvík er á einum hægri støði enn í høvuðsstaðnum.
Hans Jacob vísir á, at tá klaksvíkingar fara út at eta, velja tey sum oftast at eta góðan mat - ja, mat, sum er á hægri støði og er betri og meira spennandi enn tað, sum vanligt er at eta í høvuðsstaðnum.
- Eg haldi, at klaksvíkingar eiga rós uppborið fyri sína góðu matmentan. Tey velja nevniliga eftir dygdini á matinum. Eg vildi ynskt, at eg var komin til Klaksvíkar 25 ár fyrr, sigur hann uttan at blunka.
Hans Jacob Garðalíð heldur, at klaksvíkingar eru ómetaliga fitt og blítt fólk, og hann stórtrívist í umhvørvinum í Klaksvík.
Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús í morgin, er prát við mannin, sum í dag rekur matstovuna, Hereford í Klaksvík.










