Í gjár, 1. september byrjaði Krista Arnold Thomsen sum kommunulækni í føstum starvi í Klaksvík.
Krista var liðug við útbúgvingina sum serlækni í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni – í februar, og síðani tá hevur hon verið avloysari í Klaksvík, men nú er hon sett í fast starv.
Krista tók fyrra partin av fimm ára serlæknaútbúgvingini í Region Nordjylland og seinna partin í Føroyum. Hon hevur havt meginútbúgvingarstað í læknamiðstøðini á Sandinum í Klaksvík, hjá Magnusi Magnussen, kommunulækna og Jaspuri Petersen, kommunulækna.
Krista byrjaði í útbúgvingarstarvinum í Føroyum í november 2012. Hon er 36 ára gomul, og býr í Klaksvík saman við manni og trimum børnum.