Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Birita Ryan og Heini Vatnsdal vald til ársins verjuspælarar. Tey eru eins og ársins málverjar úr KÍ.
Birita Ryan er ein týðandi partur av verjuni hjá KÍ og hevur eisini vunnið seg fram á landsliðnum. Kvinnuliðið hjá KÍ tapti bara ein dyst í landskappingini, og endaði við at vinna greipuna. Nummar tvey bleiv Sarita Mittfoss úr HB og nummar trý Tórunn Joensen úr KÍ.
Hjá monnunum vann Heini Vatnsdal úr KÍ. Hann og verjan hjá KÍ lótu bara sjey mál inn. Heini Vatnsdal var ein týðandi partur av verjuni hjá KÍ í ár og spældi í flestu av dystunum í ár. Heini vann í harðari kapping við Gunnar Vatnhamar úr Víkingi og Odmari Færø úr KÍ.
Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.











