Í morgun klokkan 10 varð móttøka í Klaksvíkar Svimjihøll, ið hevur verið stongd, vegna umvæling, síðani oktobur mánað. Allur umklæðingarbygningurin er rivin niður, og er bygdur upp aftur dupult so stórur. Eisini er ein nýggj cafe bygd, og síðst í august er ætlanin at eitt nýtt fitnesshøli skal verða liðugt. Seinni er ætlanin at byggja eitt wellness í høllini, við jacussi, spa, infrareyðum heilsukabinum og øllum, ið har til hoyrir. Tað er Ann Fuglø ið, fyri NH Betong, hevur teknað nýggju hølini.
Fólk í øllum aldri vóru savnaði í nýggju cafehølinum í svimjihøllini, tá ið Torkil Mørkøre, ið er leiðari fyri Klaksvíkar svimjihøll, byrjaði móttøkuna við at bjóða vælkomin.
Hóast svimjihøllin hevur verið stongd, hava tvey tey bestu liðini hjá Ægir fingið vant í høllini.
- Vit syrgdu fyri at Ægir fekk so góðar treytir sum gjørligt, og at tey hava kunna komi og fari sum tey vilja, sigur Torkil Mørkøre.
Eftir at Torkil hevði havt orðið, fekk virkandi borgarstjóri, Steinbjørn Jacobsen høvi at flyta fram røðu.
- Tað hevur verið stórur saknur í býnum, nú svimjihøllin hevur verið stongd, men eftir nakrar hart tiltrongdar umvælingar, er svimjihøllin nú aftur klár hjá øllum borgarum at hava njótan av, sigur Steinbjørn, ið vegna Klaksvíkar Býráð handaði Torkil Mørkøre eitt blómutyssi, sum takk fyri eitt megnararbeiði.
Síðani fekk forkvinnan í mentunnarnevndini, Signhild Johannessen, orðið, har hon, millum annað takkaði borgarunum fyri gott tolni, nú svimjihøllin hevur verið stongd.
Áðrenn Steinbjørn Jacobsen fekk loyvi at klippa snórin, fekk nevndin í Ægir orðið, og handaðu tey svimjihøllini ein málning, ið Livar Nysted hevur málað. Málningurin ímyndar ein svimjara á veg upp gjøgnum vatnið, júst sum Ægir ætlar sær, at felagið skal hevjast longur upp.
Móttøkan endaði við at alt fólkið fekk møguleikan at hyggja runt í bygninginum, og síðani varð boðið til kaffi og køkur.
- Klokkan 11 verður svimjihøllin opin fyri almenninginum. Vatnið er heitt, og tann stóri høgguslokkurin verður til børnini at spæla á. Eisini kunnu øll, ið hava hug, koma at hyggja eftir høllini, sigur Torkil Torkil Mørkøre at enda.