Klaksvíkar býráð hevur nú samtykt at taka 45 milliónir krónur í láni. Av teimum 45 milliónunum skulu 15 milliónir brúkast til at fíggja virksemið hjá býráðnum.
Annars verður hallið hjá býráðnum 82,5 milliónir í ár og býráðið hevur longu fyrr í ár tikið tvey lán upp á tilsamans 70 milliónir, men sostatt er tørvur á einum láni upp á 12,5 milliónir afturat - og tað hava tey so rundað upp til 15 milliónir.
Annars varð eisini eitt lán tikið í mars í sambandi við, at skuldin varð umfíggjað. Býráðið upplýsti á fundinum, at einki er sett av til avdráttir, sum eru tíggju milliónir krónur og tí varð neyðugt at taka lán til endamálið.
Samstundis er gjaldførið hjá kommununi so vánaligt, at tað verður neyðugt at taka minst 20 milliónir í láni fyri at hava nokk av tøkum peningi til at gjaldførið kann vera nøktandi.
Men tá ið avtornaði, samtykti býráðið at taka 15 milliónir í láni til at fíggja hallið við, umframt 30 milliónir til gjaldførið, ella 45 milliónir tilsamans. Men víst varð eisini á, at gongur tað verri enn ætlað, verður brúk fyri størri láni.
Býráðslimir fýltist á, at ætlanin var at taka størri lán enn neyðugt, men tey í meirlutanum førdu fram, at hetta er fyri at gera umsitingini arbeiðsfrið, so at hon ikki skal brúka orku upp á fleiri lántøkur.
Tá ið hesi lánini eru tikin, verður skuldin hjá Klaksvíkar kommunu meiri enn ein álíkning í skatti, merkir tað, at loyvi krevst frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at taka lánið, og tað fer Klaksvíkar kommuna nú at biðja um.
Karl Johansen borgarstjóri, sigur, at tá ið hetta býráðið tók við, vóru nógv arbeiði í gongd, men støða varð tikin til ikki at steðga á við nakrari útbygging, men summar av teimum eru drýggjaðar eitt sindur. Samstundis hevur hetta býráðið keypt ein nýggjan stigabil, umframt okkurt annað smávegis og tað er orsøkin til, at støðan er, sum hon er.
Hann heldur eisini, at tað er rætt at taka tey lánini nú, sum skulu takast fyri at sleppa undan at viðgera lán á øðrumhvørjum býráðsfundi.