- Klaksvík fær við nýggja miðbýnum nøkur hugnalig og vøkur býarrúm, sum lata upp fyri fjølbroytni og trivnaði, sigur arkitekturin Ósbjørn Jacobsen um dagførdu miðbýarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu.
Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen stóð á odda fyri vinnandi uppskotinum um nýggja miðbýin í Klaksvík, og arktekturin heldur, at Klaksvík verður ein enn meiri spennandi og vakur býur við nýggja miðbýnum.
- Lat meg sláa fast, at Klaksvík er longu í dag ein sera spennandi býur og hevur nógvar ótroyttar møguleikar, sum onnur støð í Føroyum ikki hava. Við nýggju miðbýarætlanini, sum býráðið hevur sett pening av til at seta í gongd, fær býurin nøkur hugnalig og vøkur býarrúm, sum lata upp fyri fjølbroytni og trivnaði. Nógv av grønum er hugsað inn í ætlanina, bæði tá ið hugsað verður um trø, runnar og gras, men eisini tá ið tað kemur til upphiting av øllum bygningunum, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Nýggi miðbýurin skal savna Klaksvík, og saman við verandi býi skal miðbýurin vaksa til eina sterka eind, sum samansjóðar allar partar av býnum. Miðstaðarøkið verður skipað sum býlingar við ymiskum sereyðkennum, har meginbýlingurin verður Biskupstorg, nýggja savnandi miðbýartorgið í Klaksvík. Eitt miðbýartorg við fólksligum dygdum, sum stuðla undir ymiskleika, møguleikar, aktivitetir og upplivilsir, fyri allar borgarar, allar tíðir á døgninum og árinum.
- Býurin verður eitt natúrligt savningarstað fyri ung, eldri og familjur. Vit hava lagt okkum eftir at fáa tað føroyska eyðkennið sum ein part av miðbýnum, samstundis sum nútíðar loysnir sjálvandi verða gagnnýttar í býnum. Altavgerandi fyri ein væl virkandi miðbý er somuleiðis at fáa so fjølbroyttar aktørar og funktiónir inn í miðbýin, sigur Ósbjørn Jacobsen.
Arkitekturin sigur, at uppgávan hevur verið spennandi, tí tað er ikki á hvørjum degi, at arkitektur fær møguleikan at skapa ein miðbý frá grundini.
- Eg vil nevna, at tað hevur verið ein fragd at arbeitt saman við Klaksvíkar kommunu um hesa verkætlan, ið uttan iva fer at hava stóra ávirkan á framtíðar útbyggingar í kommununi, sigur Ósbjørn Jacobsen.