Klaksvík veksur skjótari enn Hoyvík

Mynd: Dávur Winther

Hóast fólk í høvuðstaðnum mangan hava stuttleikað sær við at siga, at skjótt verður Hoyvík næststørsti býur í Føroyum, so mugu tey bíða við hesum dreymum. Tí Klaksvík er framvegis næststørsti býur í landinum.

 

Tað vísir manntalslistin frá Landsfólkayvirlitinum.

 

Í Klaksvík búðu á nýggjárinum 4.599 fólk. Ta eru 86 meira enn við ársbyrjan.

 

Í Hoyvík búðu á nýggjárinum 3.796 fólk, 57 fleiri enn við ársbyrjan.

 

Tað merkir, at fólkavøksturin í Klaksvík var 1,87 prosent, meðan hann í Hoyvík var 1,5 prosent. Munurin í fólkatalinum millum Føroya næststørsta bý, Klaksvík, og triðstørsta bý, Hoyvík, øktist soleiðis við 29 fólkum í 2015.

 

Og sjálvt um miðalaldurin í Hoyvík helst er sera lágur, so komu fleiri klaksvíkingar í verðina enn hoyvíkingar. Føddir vórðu 58 klaksvíkingar og 39 hoyvíkingar.

 

Av 10 teimum størstu býunum í Føroyum var tað bara í tveimum, at fólkatalið minkaði. Fuglafjørður minkaði við 16 fólkum og Vágur við trimum.

 

Niðanfyri sæst fólkatalið og gongdin í fólkatalinum í 10 teimum størstu býunum og bygdunum í Føroyum:

 

Bygdir/býir eftir stødd

Fólkatal

 

 

 

 

Fólkatal

 

 

 

Býur/bygd

02/01/19

Fødd

Deyð

Flutt frá

Flutt til

01/01/20

 

%

1

Tórshavn

12624

161

87

949

1027

12776

152

1,20%

2

Klaksvík

4599

58

38

186

252

4685

86

1,87%

3

Hoyvík

3796

39

10

342

369

3853

57

1,50%

4

Argir

1978

25

5

209

242

2033

55

2,78%

5

Fuglafjørður

1502

19

13

93

71

1486

-16

-1,07%

6

Vágur

1306

13

15

76

74

1303

-3

-0,23%

7

Vestmanna

1213

14

8

71

66

1214

1

0,08%

8

Miðvágur

1060

20

12

44

54

1078

18

1,70%

9

Sørvágur

987

10

13

37

65

1012

25

2,53%

10

Saltangará

977

14

7

60

82

1006

29

2,97%

 

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther