Klaksvík havt opnar postlistar í 11 ár

Meðan nýggja býráðið í Havn hugsar um at leggja postlistarnar út á heimasíðuna, so er tað ikki nakað, sum tey hugsa um í Klaksvík. Í øllum førum ikki longur.

 

Tað var longu fyri 11 árum síðani, at Klaksvíkar býráð samtykti, at málslistarnir skuldu leggjast á heimasíðuni við virknaði frá mars 2006.

 

– Hetta er ein liður í arbeiðnum at skapa ein størri opinleika um kommunalu viðurskiftini, stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Málslistin hjá Klaksvíkar býráð, sum verður almannakunngjørdur fyri ein mánað í senn, fevnir um tey mál, sum eru stovnað í viðkomandi mánaði, og sum lúka treytirnar fyri, at alment innlit kann verða veitt í tey.

 

– Mál um umsóknir um ansingarpláss, eldraíbúð, serflutning, grundøki v.m., har umsøkjarin er navnsnevndur, eru tó ikki á hesum málslista, skrivar kommunan.

 

Áðrenn almannakunngerð av málslistanum verður listin gjøgnumgingin av umsitingini, har tey mál, sum ikki lúka treytirnar fyri almennum innliti, verða stikað av honum.

 

– Tó er hvørt einstakt mál ikki gjølla gjøgnumhugt, og tí kann tað henda, at okkurt mál er á listanum, sum kortini ikki lýkur treytirnar fyri at veita alment innlit í tað. Eisini kann tað vera, at partar av einum máli ikki lúka treytirnar, m.a. tí talan er um eymar privatar upplýsingar, skrivar Klaksvíkar kommuna, sum í sløk 11 ár hevur havt hesa skipan við opnum postlistu, sum nýggja býráðið í Havn hugsar um at fara undir.