Helena Debes Højgaard
Men hósdagin í seinastu viku ringdi leiðslan á skúlunum í Kambsdali til hvønn einstakan næming og segði frá, at um hann ella hon ikki kom í skúla beinanvegin, so var teirra frávera niðurskrivað. Hevur ein næmingur ov høgt fráverutímatal, verður hann koyrdir úr skúlanum. Samstundis heitti leiðslan á næmingarnar um at flyta antin til Eystur- ella Streymoynna, soleiðis at kostnaðarmikla siglingini um Leirvíksfjørð gjørdist óneyðug.
Um vikuskiftið eru so teir flestu næmingarnir fluttir av Borðoynni, og mánamorgunin vóru allir klaksvíkingarnir aftur í skúlanum á Kambsdali.
Flestu næmingarnir búgva hjá familju og kenningum í bygdunum tætt við Kambsdal, men einstakir eru fluttir heilt til Havnar. Nakrir næmingar eru eisini fluttir inn á næmingaheimið, ið hoyrir Handils- og Studentaskúlan á Kambsdali.