Klaksvíkskonur í Smiðjuni

Hósdagin klokkan 15 lata tær báðar, Lydia Petersen og Gull-Britt Hansen úr Klaksvík upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Líka síðan í áttatiárunum hava tær báðar sýnt fram, bæði saman við øðrum og eisini einsamallar. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at hetta er ein spennandi framsýning tí talan er um tvær kvinnur við góðum hugflogi. Framsýningin er opin frá hósdegnum til týsdagin 20 novembur og tað er opið hvønn dag frá klokkan 15 til 19 tó, men leygardagin er opið frá klokkan 10 til 15. Á myndini stendur Lydia, vm og Gullbritt við hvør sínum málningi