Í gjár varð avtala gjørd millum Klaksvíkar kommunu og finskan veitara um nýggjar bátabrúgvar, sum eftir ætlan verða tiknar í nýtslu á Vágni í heyst, stendur á heimasíðu kommununar.
Málið um nýggjar bátabrúgvar varð stovnað í farnu býráðssetu og ferð er veruliga komin á arbeiðið í hesari setuni. Í fyrsta umfari verða fimm milliónir brúktar uppá nýggju bátabrúgvarnar, og tað er teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggju bryggjuna, sum eisini sæst á myndunum, skrivar kommunan.
Nýggju bátabrúgvarnar eru millum fyrstu stigini í størru heildarætlanini, sum er skapanin av einum maritimum depli við sjóvarmálan í Klaksvík, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.