Fríggjadagin letur upp framsýning við danska listamanninum Claus Carstensen. Hann fer at sýna fram ávikavist málningar í Norðurlandahúsinum, og prentmyndir í Steinprenti undir felags heitinum Klaksvikaffærer.
-Tað hoyrist beinanvegin á framsýningarheitinum, at talan er um eina øðrvísi listaframsýning og vit kunnu eisini lova áskoðaranum eina sterka og í føroyskum høpi heilt óvanliga listaframsýning, siga fyrireikarar.
Sjálvt um bæði listamaðurin og framsýningarheitið eru av donskum uppruna, er sjálv framsýningin og hennara hugskotsgrundarlag føroysk, fyriskipað av Norðurlandahúsinum í Føroyum við Kinnu Poulsen sum kurator. Hugskotið til heitið stavar frá eini prentmynd, sum listamaðurin gjørdi fyrstu ferðina, hann arbeiddi í Steinprenti í Havn í 2002. Hetta arbeiðsuppihaldið gjørdist byrjanin til fruktagott samstarv við Steinprent, og tað er úrslitið av hesum samstarvi, sum verður at síggja í Steinprenti, har meginparturin av teimum 59 verkunum, sum Claus Carstensen hevur framleitt á verkstaðnum saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku, verður framsýndur.
Í Norðurlandahúsinum verða 22 stórir málningar at síggja, summir teirra nýggir, meðan aðrir hava nøkur ár á baki. Bæði minimalisma og konseptlist í rúmari merking eru partar av listarliga støðinum hjá Claus Carstensen, men við kritiskari frástøðu til eitt nú krav minimalismunar um objektivitet. Claus Carstensen heldur tvørturímóti fast uppá subjektivitetin í sínum verkum, ið so ella so snúgva seg um hansara tilveru og tað hann upplivar og hugsar.
Sjálvt um framsýningin sum so ikki er ein lýsing av Klaksvíksstríðnum í myndum, er søguliga hendingin brúkt sum eitt slag av savnandi metafori í framsýningarverkætlanini við myndum, ið evnisliga snúgva seg um m.a. territorialar kenslur, makt, staðfesting av makt, máttloysi, samanhald og radikalisering.
Hetta siga fyrireikarar.
Les meira um tiltakið á kunning.fo