Klaksvíkingur: "Væntaðu at vinna"

Klaksvíkingur væntaði at vinna við hálvari bátslongd, men at munurin gjørdist so stórur kom óvart á flest øll.

Klaksvíkingur var í serflokki til róðurin á norðoyastevnu og bukaði snøgt sagt hinar tríggjar bátarnar av. Munurin gjørdist fýra sekund niður til nummar tvey, Drekan Reyða, og stutt eftir startin var klárt at Klaksvíkingur fór at vera ringur at taka.

 

Nógv høvdu rokna við ungu manningini á Klaksvíkingi og tað bar tíðliga bragd av at Klaksvíkingur við teirra longu og seigu tøkum fór at hava yvirskot til síðst. Benjamin Isaksen situr á lærinum í bakborð, hann sigur so um róðurin leygardagin

 

- Vit høvdu vænta at vinna við hálvari bátslongd, og øgiliga kapping um fyrsta plássi. Starturin var ikki meir enn ok, og skuldi gjarna verið nógv betri. Tað var eisini eitt sindur sjaskut at starta, men vit løgdu okkum framm um, so tað er góðtikið. Miðróðurin var heilt fínur, man tað var ikki fyrr enn vit komu inn um 500 metrar at tað bar ordiliga til hjá okkum at rógva, sigur ungi Húsar maðurin.

 

Tá 250 metrar vóru eftir var Klaksvíkingur á odda við umleið einari bátslongd, men endaði við at vinna við nærum tveimum bátslongdum.

 

- Endaspurturin var góður hjá okkum, sjálvt um vit kiksaðu eitt sindur. Hetta var bara fyrsti róðurin, og tá er altíð ymiskt sum ikki gongur eftir vild og tað vóru vit klárir uppá og fingur tamarhald á støðuni nokkso skjótt, sigur 21 ára gamli Benjamin Isaksen.

 

Tá 200 metrar vóru rógvnir var Klaksvíkingur longu klárt á odda, og munurin bara øktist á veg inn. Klaksvíkingur hevði eitt lágt tempo við kraftamiklum tøkum og hvørt tak munaði. Hinir tríggir bátarnir høvdu eitt hægri tempo, men ov lítið spurdist burtur úr hvørjum taki, og tá verður róðurin stravin.

 

- Tempoði raktu vit ikki heilt fyrr enn umleið á 700-600 metrum, vit vóru nakað seiðir. Eg havi ikki kanna ordiliga, men eg haldi at hinir kanska vóru eitt sindur for títtir. Nú hugsi eg um Ormin Langa, eftirsum at teir skulu eitast at rógva uppá “Klaksvíks mátan”, sigur ungi lærmaðurin sum fyri fyrstu fer rør í 10-mannafari.

 

Fleiri eru hættirnir at rógva ein bát uppá. Summi rógva við tempo róður  við títtum tøkum, sum er sera krevjandi fyri ilt upptøkuna og ímeðan onnur rógva við lágum tempo, og vilja hava meira kraft í hvørt taki. Hetta gevur yvirskot fyri andadráttin, men nógv kraft skal til. Ymiskt er, alt eftir bygnaði á manning og báti.

 

- Um man hugsar um í fjør, so róðu øll 10-mannaførini umleið tempo 14. Tað ber ikki til hjá okkum, tí báturin fær ikki arbeitt ímillum tøkini og tað skapar ófrið umborð, sum førir við sær at ferðin ikki er góð. Soleiðis er tað í øllum førum hjá okkum, men hjá summum feløgum rógva tey við hægri tempo, og bátarnir flúgva avstað. Tað hevur eisini nógv at siga um báturin er lættur, um menninir eru tungir og hvussu báturin flýtur osv, leggur Benjamin Isaksen aftrat.

 

Á norðoyastevnu man ongin loyna vera at størsta trýsti er á norðoyingum og at vinna á heimasjógvi hevur nógv at siga fyri eina og hvørja manning. Hetta er eisini so fyri ungu menninar á Klaksvíkingi.

 

- Jú tað er ein “kickstartari” uppá ári, og so er tað eisini eitt sindur stuttligt at teir gomlu brúktu so nógv ár um at vinna sína fyrstu norðoyastevnu, so hetta hevur heilt avgjørt nógv at siga fyri okkum, og alla Klaksvíkina við, heldur Benjamin Isaksen.

 

Nú eru smáar tríggjar vikur til næstu viku og góð tíð er at gera síðstu rættingarnar. Summar manningar hava tí valt at venja við fullari ferð til norðoyastevnu ímeðan aðrar trappa niður í góðari tíð fyri at fáa eitt so gott úrslit til fyrsta róðurin sum gjørligt.

 

- Vit trenaðu við fullari kraft til mikudagin, so er venjingarætlanin hjá okkum eitt sindur stytri sum fungerar sum niðurtrapping. Fríggjadagurin er altíð so, at vit rógva máli ígjøgnum og so eru tað onkrir startir tílíkt fyri at halda kropping í gongd. Vit fara altíð “all in” til allar stevnurnar og har verður onki spart til næstu stevnu og tað verður ikki hugsa hvat og hvussu til næstu stevnu. Vit taka altíð ein dag í senn. Taå verður nakað harðari at ringja at vinna, tí koma nógvar betranir hjá hinum eisini, men vit fara 100% eftir gullinum, endar Benjamin Isaksen á Klaksvíkingi.

 

Tíðirnar hjá 10-mannaførunum vóru hesar: Klaksvíkingur 04:12.10 – Drekin Reyði 04:16.21 – Ormurin Langi 04:16.21 – Havnarbáturin 04:19.18. Næsta stevna er sundalagsstevna í Hósvík tann 17. juni tá teir tríggir bátarnir úr Havnini sleppa at royna at koppa Klaksvíkinginum.