Norðlýsið skrivar á netinum, at Klaksvíkingur mikukvøldið varð tikin av sjóverjuni. Tað er krav, at róðrarmanningar hava bjargingarvestar, tá vant verður, og tað var hetta, sum sjóverjan kannaði í gjár. Tað vísti seg, at av teimum ellivu umborð á Klaksvíkingi, vóru bert tríggir mans í bjargingarvesti, so talan verður um bót fyri brotið.










