Klaksvíkingur skrivaði søgu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tað eydnast 10-mannafarinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag at endurvinna FM heitið. Klaksvíkingur vann FM í 2011, og í dag hevur Klaksvíkingur tryggjað sær FM heitið í 2012.

Finalan í sera væl eydnaða kappróðrinum á Vestanstevnu í Sandavági var átøk róðrunum í kappingini millum 10-mannaførini soleiðis, sum teir hava myndast fyrr í ár.

Suðuroyingur var fremstur eina lítla løtu, og Vestmenningur bjóðaði orduliga av í endaspurtinum. Men so tørnaði tað soleiðis út, sum tað fleiri ferðir fyrr í ár hevur gjørt. Klaksvíkingur var stinnastur í endaspurtinum, og á málstrikuni var munurin aftur til Vestmenning ein skutur, og Vestmenningur var ein skut frammanfyri Suðuroying.

 

1 Klaksvíkingur 04:21.15

2 Vestmenningur 04:22.15

3 Suðuroyingur 04:23.15

4 Nólsoyingurin 04:33.01

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 41

2 Suðuroyingur 34

3 Vestmenningur 33

4 Havnarbáturin 12

5 Nólsoyingurin 8

6 Vestmannabáturin 3