Vit møttu fryntliga klaksvíkinginum niðri við havnarlagið í Hirtshals, har hann var førari á einum 50 persóna turistbussi hjá Hirtshals Busservice. Anfnnur sigur, at fyrstu ferð tey fluttu niður til Hirtshals var í 1994. Hann skuldi loysa Levi Joensen av á Malta í fýra vikur, men hetta bleiv til meira.
- Tá ið eg var liðugur á Malta, fór eg umborð á trolaran Esther, sum Gulak Madsen í Kvívík átti, og seinri fór eg sum avloysari við nótabátinum Ruth hjá sama reiðara.
- Ta tíðina, ið eg starvaðist á Malta, komu eg og konan at hitta nógv fólk og vit knýttu nógv vinarbond. Av somu orsøk útsettu vit heimferðina í heilum. Vit fluttu ikki heim fyrrenn 1998, so tað vóru langar fyra vikur, sigur Annfinnur við einum smíli.
- Eg veit ikki hvat tað var sum dró, men vit fluttu niðuraftur til Hirtshals í 2001, og her keyptu vit okkum hús og vit trívast ógvuliga væl. Í byrjanini fór eg at koyra buss hjá bussfelagnum í Hjørring, sum koyrdi fastar rutir ímillum bygdir og í býnum.
- Hetta at koyra buss í fastari rutu er ikki júst eg, tí tað er so bundið og fastlagt. Eg fekk eitt gott tilboð at koyra turistbuss, tað dámar mær nógv betur, hetta er meira hugaligt og man kemur meiri víða, sigur Annfinnur og leggur afturat, at skálvíkingurin Axel Dalsgaard eisini koyrir hjá felagnum, men at tað bert er í frítíðini, tí hann siglir.
Annfinn og Súsan, sum arbeiðir sum heilsurøktarfrøðingur í Hjørring, eiga trý børn, eina dóttir og tveir synir. Annar sonurin, Eskild, er í Keypmannahavn á universitetinum har.
- So hann er rættiliga nær og vit síggjast ofta, men hini bæði eru longur burtur. Hin sonurin, Andrias, býr í Klaksvík og arbeiðir har. Dóttirin Martha hevur verið á bíbliuskúla í Suðurafrika.
Annfinn leggur afturat, at samskiftismøguleikarnir eru so góðir í dag, at tað er nærum ikki dagur, at tey ikki tosa við onkran av børnunum, so hóast tey ikki síggjast, so samskifta tey javnan.
Spurdur um hann kemur í samband við føroyingar í Hirtshals svarar hann játtandi beinanvegin.
- Vit hava knýtt nógv vinarbond herniðri, mest er tað við fólk, vit hava hitt á Malta, nei vit føla okkum ikki einsamøll her sum føroyingar, so langt frá tí, sigur Annfinn.
Tá vit spyrja Annfinn, um honum dámar so væl, at hann ætlar at gerast gamal í Danmark, støðgar hann á og sigur, tað er eingin loyna at tey trívast serstakliga væl í Danmark.
- Men tað er ikki heilt óvist, at vit flyta heimaaftur til Føroyar. Sum er lata vit 2007 fara afturum, so fáa vit at síggja.
- Tú, hetta tykist eitt sindur løgið, tí flyta vit til Føroyar, ja so leingist okkum niður, og flyta vit niður, ja so leingist okkum til Føroya, tað merkir bara at vit hava tað tað gott í báðum støðum, og tað hava vit tað gott við.
Samrøðan tekur ein bráðan enda, tí nú eru ferðafólkini komin í bussin aftur, og Annfinnur skal aftur í førararsetrið har hann hevur sitið seinastu árini og koyrt í túsundatali av feðafólkum kring alt Danmark.