Tá tað sunnudagin var greitt, at KÍ hevði økt um munin til kappingarneytarnar til fimm stig, og út frá tí veruleikanum, at tað bara eru seks stig eftir at spæla um, helt Jan Joensen, liðformaðurin hjá KÍ, fyri í útvarpinum, at teir ætlaðu sær bæði at vinna á B36 í Gundadali og at vinna á ÍF í Klaksvík. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir ætla sær at vinna FM í Gundadali, og so ætla teir at seta krúnuna á verkið á heimavølli, og um í hvussu so er annar luturin fer at eydnast, so fáa teir FM steyp og krónur annan leygardag í Klaksvík.
Liðformaðurin vísti í sama sambandi á, at teir hava verið tríggjar ferðir í Gundadali í ár, og at teir hava vunnið hvørja ferð. Í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini vunnu teir 2?1 á HB, í finaluni um løgmanssteypið vunnu teir 3?1 á B36, og í landskappingardystinum móti HB vunnu teir 2?1. Sunnudagin, tá KÍ skal spæla á útivølli móti B36, ætla liðformaðurin og liðfelagarnir hjá honum at gera verkið í Gundadali liðugt í ár.
Kjartan Mohr, peningarøkilin hjá B36, er sjálvsagt vónsvikin av, at tað ikki hilnaðist betri í Gøtu, og at B36 tey bæði síðstu umførini hevur verið við til so at siga at spæla gullið upp í føvningin á KÍ. Tað er neyvan fullgóð troyst hjá honum, men sum plástur á sári kann hann ugga seg við, at komandi sunnudag fara einir túsund norðoyingar at troppa upp í Gundadali. Tá teir vóru har síðst, fóru pengarnir í HB kassan, og tá teir vóru har næstsíðst fóru teir í FSF kassan. Hesa ferð fara teir í kassan hjá Kjartani Mohr og B36.
Vit fingu tað ikki staðfest í gjár, men tað ljóðaði, at strandferðslan arbeiðir við ætlanini at lata Smyril føra norðoyingarnar aftur og fram, og harvið verður sannlíkið minni fyri, at so nógv koyrikort rúka, sum tað gjørdu fyrr í summar, tá KÍ var í Gundadali!
Oftast á útivølli
Um klaksvíkingar ivast í, hvussu tað fer at tørna út móti B36, og teir leita í hagtølunum fyri at finna okkurt at stuðla seg til, so kunnu vit staðfesta fyri teimum, at søgan vísir, at tá KÍ vinnur meistaraskapin, so er tað sum oftast á útivølli.
Tá KÍ 6. oktober í 1991 vann FM heitið, var tað í síðsta umfarinum meiri B36, sum tapti FM, enn tað var KÍ, sum vann. Allir sigrar eru týdningarmiklir, men aftaná vísti tað seg, at sigurin hjá KÍ í næstsíðsta umfarinum á heimavølli móti B36 var alt avgerandi. Í síðsta umfarinum tapti KÍ 2?1 í Gøtu, men teir fingu fatur á steypinum og FM krónunum, tí B36 samstundis ikki megnaði meiri enn 1?1 móti HB.
66 liðið
Í 1972 var sunnudagin 3. september talan um sanna finalu í Gundadali. Dysturin endaði 1?1, sum var nóg mikið hjá KÍ at vinna meistaraskapin, sjálvt um teir høvdu ein dyst eftir. Ta ferðina eydnaðist tað teimum eftir tógvið stríð at fáa steypið norður við.
Í 1970 vann KÍ í næstsíðsta umfarinum, sum var 16. august, 1?0 á Sevmýri, og tað bar reelt við sær, at FM heitið fyri fimtu ferð á rað skuldi til Klaksvíkar. Í síðsta umfarinum, sum var 23. august, vann HB 3?2 á KÍ í Gundadali. Bæði liðini endaðu á tólv stigum, men málmunurin hjá KÍ var nógv betri, enn hann var hjá HB.
1969 var einasta árið, tá 66 liðið vann allar landskappingardystirnar, og hetta árið fingu teir FM steypið 7. september, eftir at teir í síðsta umfarinum høvdu vunnið 2?1 á B36 í Gundadali.
Í 1968 var aftur talan um sanna finalu í Gundadali millum HB og KÍ. Í síðsta umfarinum, sum varð spælt sunnudagin 1. september, var nóg mikið hjá KÍ við javnleiki, meðan HB skuldi vinna. KÍ vann 3?1, teir fingu 13 stig, meðan HB fekk 10, og nógvu klaksvíkingarnir fóru enn eina ferð fegnir úr Gundadali.
Í 1967 var KÍ í síðsta umfarinum, sum varð spælt 3. september, á Tvøroyri, har teir vunnu 6?0, men ta ferðina kom FM heitið til høldar, tá teir 20. august vunnu 3?2 á B36 í Gundadali.
Og í 1966 vann KÍ FM heitið í tiltiknum finaludysti í Gundadali móti HB. Dysturin endaði 4?2 til klaksvíkingar, sum tó ikki fingu FM steypið fyrrenn eftir síðsta umfarið, sum teir á heimavølli vunnu 7?0 á B36.
Sunnudagin hava teir við í hvussu so er javnleiki enn eina ferð møguleikan at vinna FM í Gundadali, men ? sum tað var í 1966 ? so fáa teir undir ongum umstøðum nakað skreyt fyrrenn annan leygardag, tá teir skulu spæla móti ÍF í Klaksvík.
Alt bíðar
Síðani Fótbóltssambandið varð stovnað í 1979 og fekk ábyrgdina av øllum landskappingum og steypakappingum, hevur tað á hvørjum ári verið soleiðis, at FM steyp og gull?, silvur? og bronsukrónur hava verið handaðar eftir at síðsta umfarið er avgreitt, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð, uttan mun til hvussu støðan verður eftir næstsíðsta umfarið.
Okkurt árið hevur tað verið eitt sindur torført hjá ábyrgdarmonnunum at rokna út, hvar teir skulu vera við steypi og heiðursmerkjum, tá tað verður farið undir síðsta umfarið, og onkuntíð hava teir gjørt skjótt av. Hetta gjørdi seg t.d. galdandi í 1987 og í 1996, tá FM vinnarin varð funnin á Sevmýri, har tyrlan lendi fyri at handa ávikavíst tvørámonnum og gøtumonnum FK skreytið.