Klaksvíkingar vildu ikki rógva umaftur

Dómararnir á Norðoyastevnu kundu ikki taka støðu til, um Klaksvíkingur ella Eysturoyingur komu fyrst um málið, tá ið 10-mannaførini róðu ein framúr spennandi róður í dag.

 

Dómararnir dømdu umróður millum bátarnar, men tað vóru klaksvíkingar ikki sinnaðir til.

 

 

Tí gjørdist Eysturoyingur vinnari av ársins fyrsta FM-róðri millum 10-mannaførini, sum vóru trý í tali.