Hóast kavin lá tjúkkur, var undirtøkan sera góð til fyrstu Royal Run felagsvenjingina, ið var leygardagin, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Endamálið við venjingunum er at savna tey mongu, sum hava meldað til Royal Run, soleiðis at øll kunnu fáa eina góða og bleyta byrjan, og hóast verðrið ikki var av tí besta, vóru tað fleiri, ið høvdu leita sær oman í býráðshúsið hendan leygarmorgunin, sambært kommununi.
Eftir at Guttorm Sørensen frá Treysti hevði bjóðað vælkomin, varð runnið í áleið 30 minuttir.
Venjingin er skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Høvuðsendamálið er, at fáa so nógv sum møguligt at vera virkin. Venjingin byrjar uttan fyri býráðshúsið í Klaksvík, og aftaná renningina verður boðið til kaffi og juice í býráðshúsinum. Runnið verður aftur í annaðkvøld kl. 18.00.
- Øll eru hjartaliga vælkomin til venjingarnar. Eisini tey, sum ikki luttaka til Royal Run, skrivar kommunan.
Fleiri myndir frá venjingini eru at síggja á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.