Klaksvíkingar ætla at gera innrás í Herfølge

Stórur áhugi er í Klaksvík at fara til Danmarkar komandi sunnudag at síggja Jákup Mikkelsen takast við Toda Jónsson fyri at gerast danskur meistari

Fótbóltsfepurin í Klaksvík er høgur. KÍ er illa spert. Sunnudagin vóru teir fyri tí eyðmýking frammanfyri heimaáskoðarunum at verða sendir úr steypakappingini av vágamonnum. Vágamenn hava lítil og eingi fótbóltsavrik í fremstu røð at vísa á. Tað hava klaksvíkingar, og tí var eyðmýkingin so mikið størri.

Komandi sunnudag skal KÍ fyri aðru ferð í Gundadal at royna seg í landskappingardysti. Teir skulu spæla móti fyrrverandi felagnum hjá KÍ venjaranum, Tomislav Sivic. B36 er oddalið. Í fjør vann B36 2?0 á KÍ í Gundadali. Tað var í seytjanda og næstsíðsta umfarinum. Smyril sigldi beinleiðis av Klaksvík og til høvuðsstaðin, og tað varð mett, at í hvussu so er einir tólv hudrað klaksvíkingar vóru í Gundadali ta ferðina.

Komandi sunnudag fara so langt í frá eins nógvir klaksvíkingar til Havnar.


Spennandi danmarkarferð

Men sjálvt um tað higartil hevur gingið meiri enn illa hjá KÍ, og sjálvt um møguleikin at endurvinna løgmanssteypið er fokin, og sjálvt um tað í løtuni sær svart fyri møguleikanum at endurvinna FM heitið, so hava tey har norðuri ein fótbótsmeistaraskap at ganga uppí í hesi vikuni.

Jákup Mikkelsen og Herfølge eru framvegis væl fyri í stríðnum um danska meistaraskapin. Um tað fer at eydnast at vinna gull ella ikki verður endaliga avgjørt komandi sunnudag, og tá ætla fleiri klaksvíkingar sær at vera staddir á Herfølge stadion.

? Fleiri í familjuni og ikki sørt av vinfólkum hjá okkum hava ringt til mín og biðið meg skaffa teimum atgongumerki til dystin. Tað havi eg gjørt, men eg havi eisini hoyrt um fleiri onnur, sum ætla sær niður at hyggja at dystinum. Tað er sjálvandi hugaligt at frætta, at tey í Klaksvík ikki hava gloymt Toda og meg, og eg vóni, at tað fer at eydnast hjá okkum í Herfølge at vinna meistaraskapin, sigur Jákup Mikkelsen úr Herfølge.

Tað er ikki møguleiki hjá Jákupi at fáa fleiri atgongumerki, og vit skilja á lagnum, at spurningurin, sum greiða skal fáast á, áðrenn fleiri aðrir enn teir, sum Herfølge málverjin longu hevur fingið atgongumerki til fara av landinum, er, um møguleiki er at fáa atgongumerkir til dystin.

Vanliga plagar áskoðaratalið í Herfølge at liggja onkra staðni millum 1500 og 2500. Sunnudagin, tá teir høvdu vitjan av OB, vóru omanfyri hálvt fimta túsund og hugdu at. FCK eigur nógv viðhaldsfólk, so tað er einki at ivast í, at flokkurin verður stórur í Herfølge sunnudagin ? eisini føroyingar sum eru búsitandi í danska høvuðsstaðarøkinum.

Sjálvsagt verður tað høvuðsuppgávan hjá Jákupi Mikkelsen og Toda Jónsson í hesi vikuni at fyrireika seg til stóru avbjóðingarnar hóskvøldið og sunnudagin, men um tað skuldi eydnast hjá Herfølge at vunnið meistaraskapin sunnudagin, so verður tað ivaleyst møguligt at heilsa bæði uppá hann og Toda aftaná dystin.

Lesið inni í ítróttarblaðnum um avrikini hjá føroysku fótbóltsútisetunum í Noregi, Danmark og í Íslandi, har sera væl upplagdi Uni Arge var so óheppin, at hann ikki verður førur fyri at spæla fótbólt næsta mánan.